Í døgunum 16-19 verður heimsráðstevnan hjá WAGGGS hildin í Siem Reep í Cambodia.

Heimsráðstevnan verður hildin triðja hvørt á ymsastaðni í heiminum. Hesaferð luttaka Føroyar

við einum ferðalagi ið umboðar Skótasamband Føroya, Føroya KFUK skótar og Føroya skótaráð.

Grundin til at vit verða so væl umboðaðar er, at loksins er tað eyðnast okkum at fáa sjálvstøðugan limaskap a dagsskránna.

Seinastu trý árini hevur verið arbeitt fokuserað uppá at liva upp til tey krøvini ið skulu til fyri at Føroyar

kunnu fáa sjálvstøðugan limaskap í WAGGGS. Hettar er nú eyðnast okkum, og heimsnevndin fyri WAGGGS hevur

nú skotið upp at Føroyar gerðast limaland. 

Vit eru sera glaðar fyri at hettar nú er eyðnast, og uppgávan hjá okkum á ráðstevnuni nú er at umboða Føroyar

á besta hátt og gera okkara til at minst 75% av teimum uml 150 limalondunum velja at stemma fyri okkara limaskapi.

Vit vóna inniliga at okkara arbeiða fer at bera á mál.

Umframt at agitera og svara spurningum, so vænta vit okkum ein sera læruríka ráðstevnu, har vit á fyrsta sinni

fáa atkvøðurætt á eini heimsráðstevnu (um vit vera stemmaðar inn). 

Vit eru sera spentar at fara

Í føroyska ferðalagnum eru hesar:

Marjun Johannesen: IC (altjóða umboð)

Rudy Danielsen: vara IC

Elisabeth M. Gaard: Forkvinna í Føroya Skótaráð (Føroya KFUK skótar)

Bjørk Sharmaine, Tomentino Steinberg: limur í Føroya skótaráð (Føroya skótasamband)

Brynja Johnsdóttir Reinert: limur í Føroya skótaráð (Føroya skótasamband)

Fía Lindenskov: Forkvinna, Føroya KFUK skótar

Ása Beder: Nevndarlimur, Føroya KFUK skótar

Rósa Erlingsdóttir Hansen: Nevndarlimur og Ungdómsumboð, Føroya KFUK skótar.

Hold i dag

Tíðindi

Stuðlar

Instagram