GRUNDLÓG OG VIÐTØKUR

Grundlóg

Grein 1
Navnið er Føroya KFUK-skótar.
Staður: Varðagøta 9, FO-100 Tórshavn


Grein 2

1. Endamálið er at útinna skótaarbeiði samsvarandi alheims skótalóg og skótalyfti, sum mynda grundarlagið, endurspegla virðini og arvin í altjóða skótarørsluni, og at boða gleðiboðskapin fyri skótum, títlingum og spírum samsvarandi evangelisk-luthersku játtanini.


2. Skótalógin:

1. skótin er at líta á.

2. skótin er trúgvur

3. skótin er hjálpsamur

4. skótin er góður leikbróðir

5. skótin er fólkaligur og vælsiðaður

6. skótin er djóravinur

7. skótin er lýðin

8. skótin ber trupulleikar væl hýrdur

9. skótin er sparin og røkin

10. skótin er reinur í hugsan, orð og gerð.


3. Skótalyfti:

Eg lovi við æru míni og alt tað, eg eri ment- at vera trúgv móti Guði og føðilandi mínum- at vera hjálpsom móti øllum menniskjum og- at halda skótalógina.


Grein 3
Arbeiðsgrundarlagið er gjøgnum skótaarbeiði at útvega tær best møguligu treytir fyri einum felagsskapi, har frælsi fyri einstaklingin er størst møguligt, samstundis sum ein átekur sær ábyrgd fyri felagsskapinum.
Samsvarandi skótalóg og -lyfti vil skótarørslan við sínum arbeiði á tjóðskaparligum og alheims stigi hjálpa skótunum at virka í føroyska samfelagnum og at arbeiða fyri góðum vinalagi tjóðanna millum.
Gjøgnum skótaarbeiðið verða gentur og kvinnur styrktar í at taka ábyrgd og hava ávirkan í felagsskapinum og í samfelagnum.


Grein 4
Føroya KFUK-skótar eru politiskt óheftar, skipa síni egnu viðurskifti, taka sjálvar avgerðir, og áseta sjálvar reglur og arbeiðshættir.


Grein 5
Føroya KFUK-skótar (Meginfelag føroysku gentuskóta) hava samstarvsavtalu við De grønne pigespejdere. Harafturat hava vit eygleiðarastøðu í Pigespejdernes Fællesråd og hervið umboðaðar innan The Worlds Association of Girl Guides and Girl Scouts - stytt WAGGGS.
stk 2. Limagjaldið til WAGGGS verður goldið gjøgnum De grønne pigespejdere.

Grein 6

Hægsti mynduleiki er Landsfundurin, har liðleiðarar og liðhjálparar luttaka. Landsfundurin er fyri limum 15 ár og eldri.
Landsfundurin hevur yvirskipaðu ábyrgdina av samskipanini, herundir at taka avgerðir um leiðslu, fíggjarviðurskifti og virksemi samskipanarinnar.
Landsnevndin hevur ábyrgd av at fyrireika og kalla inn til landsfundin, herundir at taka ímóti málum og uppskotum til viðgerðar.

Landsfundurin er fyrsta leygardag í mars við hesi skrá:
1. Inngangur.
2. Val av fundarstjóra og skrivara.
3. Góðkenning av frágreiðing frá seinasta landsfundi.
4. Innkomin mál.
5. Góðkenning av grannskoðaðum roknskapi.
6. Góðkenning av løggildigum grannskoðara
7. Ársfrágreiðingar frá landsnevnd, skótabólkum og nevndum.
8. Val av landsnevndarlimum og tveimum eykalimum.
9. Val av umboði í Føroya Skótaráð (FSR).
10. Val av ungdómsnevnd. 
11 Ymiskt.

Mál til landsfundin skulu vera forkvinnuni í hendi 10 dagar áðrenn fundin. Forkvinnan gevur skrivlig fundarboð við fundarskrá í seinasta lagi eina viku áðrenn fundin.
Broytingar í grundlógini kunnu einans fremjast við atkvøðugreiðslu við einum meiriluta. 


Grein 7
Fundurin er viðtøkuførur, tá ið hann er lógliga lýstur. Við atkvøðugreiðslu hevur hvørt lið tríggjar atkvøður.

1. Landsfundurin er viðtøkuførur, tá ið hann er lógliga lýstur og minst 50% av bólkunum eru umboðaðir.

2. Við atkvøðugreiðslu hevur hvør bólkur tríggjar atkvøður fyri hvørt lið. 

Grein 8
Landsnevndin, stytt LN, er: 7 nevndarlimir + tveir eykalimir. Nevndarlimir sita tvey ár í senn. Møguleiki er fyri afturvali.
Landsnevndarval er hvørt ár við útskifting av aðru hvørja ferð trimum limum, stak ár og fýra limum, maka ár. Landsnevndin skipar seg sjálv við forkvinnu, næst-forkvinnu, kassameistara og skrivara.
Til at binda samskipanina løgfrøðisliga og fíggjarliga krevst landsfundarsamtykt og undirskrift frá forkvinnu ella næstforkvinnu og kassameistara. Avgerðir tiknar av landsnevndini, um broytingar í grundlóg og viðtøkum, skulu góðkennast av landsfundinum.
Tað er 18 ára aldursmark at stilla upp til landsnevnd og aðrar nevndir, tó undantikið ungdómsnevnina, sum hevur aðra áseting. 
Val til Ungdómsnevndina er á hvørjum ári. Miðjað verður ímóti, at tvey umboð verða vald úr hvørjum bólki, aldursbýti er 13-20 ár. Møguleiki er fyri afturvali.
Umboð í Føroya Skótaráð, FSR, verða vald fyri tvey ár í senn. Møguleiki er fyri afturvali.

Grein 9
1. Hvørt skótastað hevur sítt bólkaráð. Har ynski er at hava hetta felags við øðrum skótaliðum, skal góðkenning til frá landsleiðsluni.
2. Bólkaráðið hevur alla ábyrgd av fíggjarliga virkseminum og trivnaðinum hjá bólkinum. At binda bólkin fíggjarliga, t.d. seta fasta ogn í veð, krevst undirskrift frá forkvinnu, kassameistara og bólkaleiðara.
3. Í bólkaráðnum sita: 5-7 fólk umboðandi leiðarar og foreldur hjá ávíkavist smáskótum, skótum og ungdómsskótum.
4. Foreldraumboð kunnu bert veljast millum foreldur at limum undir 17 ár.
5. Landsnevndin kann góðtaka, at bólkaráðið verður øðrvísi samansett.
6. Bólkaráðið skipar seg sjálvt við formanni/kvinnu, næstformanni/kvinnu, kassameistara og skrivara. Formaður/kvinna og kassameistari eiga ikki at vera sama fólk.
7. Bólkaráðsformaðurin/forkvinnan kallar inn til minst tveir fundir um árið.

Grein 10
1. Ein bólkur er ein eind samansett av aldursbýttum liðum, sum eru skipað í patruljur.
2. Bólkaleiðarin hevur leiðsluna av bólkinum og ábyrgd av honum yvir fyri bólkaráðnum, sum aftur hevur ábyrgd yvir fyri Landsnevndini.
3. Heldur bólkurin uppat at virka, tekur bólkaráðið í samstarvi við landsnevndina støðu til, hvat skal gerast við ognirnar.
4. Allar gentur og kvinnur kunnu verða limir hjá Føroya KFUK skótum. Ein er limur um ein hevur goldið árliga limagjaldið til Føroya KFUK skótar. Undir serligum umstøðum kunnu limir vera undantiknir limagjald. 

Grein 11

Føroya KFUK skótar virka undir landsins lógum í mun til verju av børnum og ungum. Harafturat arbeiða vit út frá samverureglunum, ið verða ásettar av Føroya Skótaráð um tryggjar umstøður fyri allar skótar.

Grein 12

Nýstovnan og avtøka av skótaarbeiði skal góðkennast av Landsnevndini. Eitt lið kann ikki útmeldast undir einum.

Grein 13
Har KFUK-feløg eru á staðnum, hevur skótaarbeiðið tilknýti til hesi.

Grein 14
Føroya KFUK-skótar mynda, saman við hinum samskipanunum, Føroya Skótaráð, við 2 umboðum. Harav annað umboðið er úr landsnevndini.

Grein 15
1. Avtøka av Føroya KFUK skótum kann bara gerast av landsfundinum við meirilutaatkvøðu av í minsta lagi ¾ av møttu limunum á trimum fylgjandi landsfundum.
2. Verður samskipanin avtikin skulu ognir og fíggjarvirðir latast øðrum gentuskótavirksemi í Føroyum. 


Samtykt á landsfundi 06.09.1986
Seinast endurskoðað á landsfundi 02.03.2024
Endurskoðað á eykalandsfundi 23. 09. 2025 og aftur á landsfundi 07.03.2026
Hold i dag

Tíðindi

Stuðlar

Instagram