Gentuskótalív

Sum skóti ert tú við í heimsins stórstu barna- og ungdómsrørslu ið telur umleið 50.000.000 skótar kring heimin í yvir 200 londum.

Føroya KFUK-skótar, ið er stovnað í 1928, er partur av altjóða skótarørsluni. Vit samstarva við donsku gentuskótarnar “De grønne pigespejdere” og luttaka í Norðurlendskum og altjóða ráðstevnum, legum og skeiðum innan skótarørsluna. Eitt nú luttaka stóru skótarnar á altjóða leguni “World Jamboree”, har túsundtals skótar úr øllum heiminum luttaka. Hendan legan er 4. hvørt ár og gentur hjá Føroya KFUK-skótum hava luttikið á mangari Jamobree.

Vit hava atlimaskap í altjóða gentuskótasambandinum WAGGGS (World assosiation og girl guides and girl scouts) ígjøgnum “Dansk pigespejder fællesråd” og byggja á altjóða gentuskótahugsjónina. Í WAGGGS eru áleið 10 mió limir.

Visión og missión hjá WAGGGS

Visión

“ Allar gentur eru virðismiklar og førar fyri at taka ábyrgd og broyta heimin”

Missión

“ At gera gentur og ungar kvinnur førar fyri at brúka allir teirra førleikar og gerast ábyrgdarfullir heimsborgarar”

https://www.wagggs.org/


Tað var Henrietta Hansen í Vági sum stovnaði KFUK skótarnar í 1928, sum ungdómsarbeiði hjá KFUK, sum var stovnað 6 ár frammanundan.

Føroya KFUK skótar er sjálvboðið felag fyri gentur og kvinnur. Hvørja viku er fundur við sjálvbodnum leiðarum, sum gera sítt besta fyri at geva gentunum avbjóðandi og ógloymandi upplivingar í skótaliðnum.

Føroya KFUK-skótar hava eina landsnevnd við 7 leiðarum, sum leiðir samskipanina og hevur umsjón við arbeiðinum, soleiðis at endamál og grundreglur vera fylgdar.


Tíðindi

Stuðlar