Føðingardagsmerkið

Ein gáva til skótan ið hátíðarheldur sín føðingardag í skótahøpi.

Føðingardagsmerki er eitt merki ið ið Ungdómsnevndin hjá Føroya KFUK skótum hevur framleitt. Endamálið er at heiðra teimum skótunum, ið raðfesta skótavirksemið so ovarliga, at tey velja at møta upp til legu, skótafund og annað virtksemi á sínum føðingardegi.

Orðing frá Ungdómsnevndini:

Hettar er eitt merki ætlað skótum í øllum aldri, ið luttaka á skótaverksemi á teirra føðingardegi. 

Merkið er ætlað sum eið føðingardagsgáva, ið skótaliðið gevur fyri at vísa takksemi.

Leiðarin ger av, hvat krevst fyri at skótin hevur uppiborið merkið. Skótin kann eitt nú hava verið á legu ella á skótafundi, men má í minsta lagi hava luttikið í ein tíma.

Tá merkið verður handað, er umráðandi at øll reisast og syngja føðingardagssang og ramsa árinni upp fyri føðingardfagsbarninum. (fyllir tú eitt? nei....fyllir tú tvey? nei...)

Merkið kann bert handast einaferð.

Merkið er vakurt vovið, og tað er Karina Utvær Eliassen úr Landsnevndini hjá Føroya KFUK skótum ið hevur teknað merkið.

Merkið kostar 10kr stykkið

Ynskja tit at keypa, so sendið ein teldupost á kfukscout@gmail.com og sig hvussu nógv merkið tit ynskja.


Hold i dag

Tíðindi

Stuðlar

Instagram