Pink Gøta - Kristni
Høgtíð
Hugleiðing
Ætlanin er at hetta temaði skal knýtast at eini høgtíð, soleiðis at tað ikki einans verður nakað, ið hendir í kirkjuni, men eisini kann hava týdning fyri hvønn einstakan - í sær sjálvum.
Gøtan
Úlvurin/títlingurin skal | Útdýping |
Læra ein høgtíðarsálm | Við at læra ein høgtíðarsálm ynskja vit at børnini fáa størri tilknýti til høgtíðina, ið arbeitt verður við. Soleiðis duga tey meira um jólini enn nissu- og pakka-sangir. Og á páskum verður evnið deyði og uppreisn heldur enn sjokuláta og egg. |
Framføra ein leik | Tað er altíð stuttligt at vera við til at frammføra, tá ið børnini sleppa at frammføra ein bíbliuleik og har frá eisini síggja hvussu mann er í mótur hvørjum ørum. |
Seta orð á eina bøn | Bønin er samskiftið við Guð og eisini vanligur partur av okkara lívi. Hvør hevur ikki biðið onkran um okkurt? Orð kann setast á eina takkarbøn, bøn um hjálp vegna okkum sjálvi ella kanska onkran, ið vit kenna og sum vit meta hevur brúk fyri hjálp Faðir Vár kann eisini nýtast í hesum høpi |
Hugskot til fundir
Læra ein høgtíðarsálm:
Syngja ein sálm og fáa at vita hvat hann merkir
Patrúljurnar kunnu spæla hvørt ørindi sum ein leik - og harvið eisini gera punkt 2
Hugskot til sálmar:
Á jólum
Sálmur 107 í sálmabókini - Jólaklokkan aftur ringir
Sálmur 110 í sálmabókini - Í Betlehem, í Dávids stað
Sálmur 111 í sálmabókini - Gleðin hon er fødd í dag
Sálmur 119 í sálmabókini - Guds einglar nú syngja við gleði og gleim.
Á páskum
166 aftur føstuklokkan ljóðar
181 til kross og grøv mín jesus fer (skírisdagur)
186 Hann á krossinum aleina
201 Grøvin sterka rivna er
Framføra ein leik:
Jólaevangeliið
Hin miskunsami sámariubúgvin
Fortelja eina søgu, børnini dramatisera leikin
Seta orð á eina bøn:
Faðir Vár
faðir vár søgan