Reyða Gøta - Sjálvbjargni

Trygd


Hugleiðing

Vanliga verður trygd tryggjað við leiðreglum og vegleiðing, ið leggja upp til trygt umhvørvi og tryggar mannagongdir. Grundleggjandi er ábyrgdin at vera ansin hjá tí einstaka, soleiðis at ikki vandi er á ferð. Úlvarnir/títlingarnir eru ov ung at hava hesa ábyrgd sjálvi, men talan er um hugburð, og tí er ongantíð ov tíðliga at læra um trygd.


Gøtan

Úlvurin/títlingurin skal

Útdýping

Vitja brandstøð, sjúkrahús ella løgreglustøð

Tað er nakað heilt annað fyri ein úlv/títtling at sleppa at síggja ella royna nøkur ting á einum sjúkrahúsi ella á eini brandstøð.

Kenna vanligu ferðslureglurnar fyri gangandi fólk

Úlvurin/títlinguri skal læra týdningin av at ferðast trygt í ferðsluni. Tí hetta kann hjálpa úlvinum/títtlinginum at ferðast trygt á egnum fótum í ferðsluni.

Vita um vandar í heiminum

Tað er sera umráðandi, at børn læra um vandar í heiminum, so at tey kunnu verja seg móti teimum. Tað kann vera t.d. at seta sítt glas longur inn á borðið, soleiðis at tað ikki dettur á gólv og brotnar, so tey kunnu skera seg av tí ella ikki at fara út úr einum rúmi, har livndi ljós brennur.




Hugskot til fundir

Vitja brandstøð, sjúkrahús ela løgreglustøð:

Her eru eingi hugskot - øll eru vælkomin.


Kenna vanligu ferðslureglurnar fyri gangandi fólk:

  1. Hugskot til gangandi ferðslulæru er at fáa vitjan av løgreglufólki íð greiðir frá.

  2. Ganga ein túr har greitt verður frá um ferðslureglurnar.


Vita um vandar í heiminum:

  1. Gera “vandar” í skótahúsinum. Og síðani tosa um vandarnar og hvussu ein kann sleppa undan, at ólukkur standast av teimum

    1. Livandi ljós

    2. Heitar plátur á komfýrinum

    3. Gløs, ið standa illa fyri

    4. Ting, ið ein kann detta um á gólvinum

    5. Hurðar, ið kunna klamsa á fingrar

Tíðindi

Stuðlar