Reyða Gøta - Sjálvbjargni
hjálp
Hugleiðing
Tá ið úlvurin/títlingurin hevur tikið Reyðu Gøtu í Gula Varða, skal hann hava fingið eina grundleggjandi vitan innan nøkur viðurskifti í 1. hjálp. Ynskist at fara í dýpdina við hesum evninum, kann úlva/títlingaflokkurin taka eitt av 1. hjálpar-dugnateknunum.
Tað er týdningarmikið at leggja dent á, at úlvarnir/títlingarnir ikki hava ábyrgd í eini ‘vanlukku-støðu’
har tørvur er á 1-hjálp. Tey eru ov ung til at fáa tað ábyrgdina og eiga IKKI at føla, at tey hava ábyrgdina í hesum samanhanginum. Tað er einans nakað, ið er gott at vita og duga.
Gøtan
Punkt | Útdýping |
Duga at ringja 1-1-2 | Úlvarnir/títlingarnir skulu læra, hvat er umráðandi at siga, tá ringt verður eftir bráfeingishjálp. Eisini ber til at læra tey um Læknavaktina (1870) |
Duga at seta plástur á sár | Her er umráðandi, at úlvarnir/títlingarnir læra um reinligheit viðvíkjandi sárum og at seta plástur rætt á. |
Duga at gera tvær forbindingar og leggja fólk í trygga síðulegu
| Her er møguligt at læra úlvarnar/títlingarnar ymisk sløg av forbindingum, bæði turriklæð og trýstforbinding alt eftir, hvat fyri torleikastig úlvarnir/títlingarnir megna. Leggið til merkis, at talan er um trygga og ikki læsta síðulegu. |
Hugskot til fundir
Duga at ringja 1-1-2:
Sí Skótan
Postarenning: Ringja 1-1-2 undir ymiskum óhappum, t.d. ferðsluvanlukka, fall, forbrenning, persónur uttan vit, sár. Úlvarnir/títlingarnir skiftast um at “ringja” og spæla offur.
Duga at seta plástur á sár/duga at gera tvær forbindingar og leggja fólk í trygga síðulegu:
Postarenning við pkt. 2-3: Ein postur, har úlvurin/títlingurin skal vaska “sárið” og síðani seta plástur á (ymisk sløg av sárum og plástrum), postar við teimum ymsu forbindingunum.
1. hjálparstaffet, har úlvarnir/títlingarnir skulu renna yvir og gera forbindingar, seta plástur á o.a.
Gipsmaska (sum eitt stuttleika punkt, eftirsum gips altíð er stuttligt)