Brúna Gøta - Legulív

Búreising


Hugleiðing

Búreising er ein sera stórur partur av legulívinum, og tað er tí umráðandi, at úlvurin/títlingurin fær innlit í teir mest grundleggjandi førleikarnar viðvíkjandi búreising. Her fær úlvurin/títlingurin eisini møguleikan fyri at brúka teir knútar og ta vitan, tey hava fingið frammanundan.


Gøtan

Úlvurin/títlingurin skal

Útdýping

Gera ein dreka

At gera ein dreka er ein avbjóðing fyri úlvar/títlingar. Ymisk torleikastig eru. Ymisk dømi eru um drekar í mappuni ‘Drekar’ undir ‘Hvíta Varða’

At brúka rættar knútar er umráðandi.

Bregda band

At bregda er so mangt. Tú kanst snara, flætta, bregda, virka og mangt annað. Til ber at gera sær armbond, hálsbond, skótabelti. Í roynd og veru er tað bert hugflogið, ið setur mørkini fyri, hvat man kann gera. Tað ber eisini til at bregda bond, sum part av einum legumerki.
Ymisk dømi eru í mappuni ‘Bregda’ undir ‘Hvíta Varða’

Pionera eitthvørt

Pionering er ein týðandi partur av skótavirkseminum og tað er nærum ongin endi á, hvat kann pionerast. Borð, brúgv, torn,’indianaratelt’ og so framvegis. Byrjast má tó í smáum. Vit skjóta upp, at byrja verður við at gera ein rómverskan stríðsvogn, sí link niðanfyri. Hetta er ein løtt uppgáva, ið kann nýtast til spæl, tá ið hon er liðug.

Helst pionera við raftum ella hegnpelum.
Til onnur ting kunnu t.d. kustaskøft nýtast.




Hugskot til fundir

Gera ein dreka:

  1. Einfaldur dreki: Plastikposi - koyra band í honkjurnar og lita plastikposan.

  2. Fleir hugskot og vegleiðingar eru at finna undir Stuðlandi tilfar.


Bredga band:

  1. Fleiri hugskot og vegleiðingar eru at finna undir Stuðlandi tilfar.


Pionera eitthvørt:

  1. Stríðsvognur http://www.idespejd.dk/romersk-stridsvogn

  2. Hevur onkur okkurt annað hugskot til lætta pionering á byrjanarstigi, sigið so endiliga frá, soleiðis at tað kann leggjast inn her

Tíðindi

Sponsorer