Brúna Gøta - Legulív

Bál


Hugleiðing

Bál eyðkennir skótar, og legubál eigur at vera ein fastur partur av skótalegu og -virksemi sum heild. Legubál er savningarstaðið á mongum legum, har øll hugna sær og slappa av eftir dagsins stríð. Tí er umráðandi, at úlvurin/títlingurin sleppur at royna seg í undirhaldi til legubál og samstundis sum at úlvurin/títlingurin fær kunnleika til bál og brunatrygd.


Gøtan

Úlvurin/títlingurin skal

Útdýping

Gera eitt bál

Her er umráðandi, at einstaki úlvurin/títlingurin luttekur, tá ið bálið verður gjørt. Um høvi er, kunnu tey gera hvør sítt bál.

Vera við í undirhaldi til legubál

Legubál kann skipast og haldast á ymsan hátt. Legubál er ein týdningarmikil partur av skótalívinum, og er tað tí nakað, ið allir úlvar/títlingar skulu uppliva. Hetta kann bæði vera legubál við sangi og undirhaldi, ið leiðararnir fyriskipa, men júst í hesum aldrinum dámar børnum serliga væl at luttaka aktivt í undirhaldinum.

Læra um brunatrygd

Smáskótarnir fáa frálæru í, hvussu ein skal gera, tá ið ein skal t.d. sløkkja eitt bál, og hvussu ein fer fram, tá ið eldur er í.


Norðmenn hava eitt vers, ið verður upplisið ella tikið fram hvørja ferð, legubál er. Hetta eru góð orð um, hvør týdningur kann leggjast í legubálið. Nicolina Dahl hevur føroyska ørindið:



Sum login úr bálinum uppeftir fer - so stevnumið okkara uppeftir er

Sum brenni nú logar, vit leggja á bál - so veri okkara mál

Sum bálarøskan fýkur burt so hvørt - so hvørvi mistøk, sum vit hava gjørt

Sum bálið vermir hetta skótalið - so vermir okkar’ felagsskapur heimin við

Umsett úr norskum hevur Nicolina Dahl


Som bålets flammer stiger oppad - så være våre idealer
Som de røde kubber gløder - så være våre mål.
Som bålets aske blåser bort og forsvinner hen - så være våre feil og mangler.
Som bålet stråler varmer ringen - så varmer vårt fellesskap verden


Hugskot til fundir

Gera eitt bál:

  1. Í skótanum finna tit uppskot til mátar at gera bál.

  2. Tosa um tey ymisku sløg av bálum og hvat tey kunnu nýtast til.

  3. Hava legubál

  4. Møguliga tosa við eina brandstøð

  5. Úlvarnir/títlingarnir kunnu fáa bind fyri eyguni og finna veg útum. Hetta er roynd at leita veg ígjøgnum roykin, har man ikki sær nakað.


Vera við í undirhaldi til legubál:

  1. http://www.idespejd.dk/sketches

  2. http://www.idespejd.dk/rb

  3. http://www.idespejd.dk/klap-til-lejrblet

  4. http://www.idespejd.dk/indslag-til-lejrbl


Læra um brunatrygd:

Her mangla góð hugskot




Tíðindi

Stuðlar