Hvíta Gøta - Samfelag

Tjóðskapur


Hugleiðing

Vit vera tíðum spurd, hvat er serligt við Føroyum og føroyingum. Til henda spurning hava vit ymsar meiningar, men flest øll eru einig í, at tjóðsangurin og føroyski dansurin eru sereyðkenni fyri Føroyar.


Gøtan

Úlvurin/títlingurin skal

Útdýping

Vitja fornminni ella søguligt stað

Flestu bygdir hava eitt bygdasavn ella eitt søguligt stað, sum ber til at vitja. Annars kunnu fornminni vitjast, tá farið verður á legu.

Duga tjóðsangin

Tjóðsangurin hevur stóran týdning fyri flest allar føroyingar og sum føroyskur úlvur/títtlingur er tað týdningarmikið at duga tjóðsangin.

Duga stev til føroyskan dans

Ikki er neyðugt at læra long kvæði fyri at duga stev til føroyskan dans. Í dansinum skulu øll duga at fylgja við og møguliga taka undir í niðurlagnum. Vit kunnu eisini læra stev við at syngja lættar sangir, sum til dømis indianarabørnini. Sí onnur dømi niðanfyri.



Hugskot til fundir

Vitja fornminni ella søguligt stað:

Her eru eingi hugskot - øll eru vælkomin


Duga tjóðsangin:

Tjóðsangurin er viðlagdur undir stuðlandi tilfar.

Vit meta, at forklárandi tilfar til sjálvan tjóðsangin er for umfatandi hjá okkum at fara undir og velja vit tí at leggja upp til uttanatslæru. Hevur onkur tilfar, eru tit meira enn vælkomin við hesum.
Tá tjóðsangurin verður lærdur, kann stuðlast undir hetta við dramatiseringum ella at lata úlvarnar/títlingarnar tekna ‘myndir’ úr tjóðsanginum.


Duga stev til føroyskan dans:

  1. Dømi um stev: https://www.youtube.com/watch?v=100BNCtNp4Q&index=13&list=PLgXLUy3k32EQCDdWfFQS7r9z9rAOzUPy9

  2. Dømi um lættar sangir at dansa føroyskan dans til:

    1. Øskudólgur og Sópingarkona

    2. Burtur á heiði

    3. Eg eri jólamaðurin

    4. Veturin kom við kulda og kava

    5. 1-2-3 indianarar.

Tíðindi

Sponsorer