Hvíta Gøta - Samfelag

Rúmligheit


Hugleiðing

Tá ið hendan gøtan er gingin, hevur úlvurin/títtlingurin fingið eina grundleggjandi vitan um, hvussu ymisk menniskju eru, og tey læra, hvussu ein fyriheldur seg til ymiskleikar.


Gøtan

Úlvurin/títlingurin skal

Útdýping

Royna at bera brek á einum fundi

Fleiri fólk bera fysisk brek, og fyri at úlvurin/títlingurin kann fáa eina fatan av, hvørjar avbjóðingar ein, ið ber brek, fer ígjøgnum, skulu tey sjálvi royna at bera eitt.

Ígjøgnum spæl ‘uppliva’ happing

Úlvarnir/títtlingarnir uppliva, hvussu tað er at blíva happaður, og tey skulu læra at siga frá, um tey blíva happaði. Tey royna eisini at happa onnur gjøgnum spæl, og blíva varug við, hvat ein ger, tá ein happar.

Arbeiða við virðum

Her kann talan vera um virðir í samfelagnum, so sum talufrælsi, pengar og útbúgving, men eisini kann tað vera persónlig virðir, t.d. religión og matur.


Til ber at viðurkenna onnur, sjálvt um ein ikki er einigur.



Hugskot til fundir

Royna at bera brek á einum fundi:

  1. At bera brek á einum fundi, kann til dømis vera at onkur úlvur/títtlingur fáa bind fyri eyguni, fáa oyrabúffar, fáa bundi armar ella bein so at tað ikki kann brúkast. Nú er úlvurin/títtlingurin antin blindur, deyvur ella lamin, og kann tí royna hvat tað er at bera fysiskt brek.

  2. Gera tekst har bert fyrsti og síðsti bókstavur eru á rætta staði, og fáa úlvin/títtlingin til at lesa tekstin, fyri at vita hvussu tað er at verða orðblindur.

    1. Dømi: Í gájr vróu vti á Salæterð, og tða vra oudriðaginli suglitttgt.

  3. Annars fer fundurin fram sum vant, men allir úlvarnir/títtlingarnir bera brek.


Ígjøgnum spæl ‘uppliva’ happing:

Her eru eingi hugskot - øll eru vælkomin


Arbeiða við virðum:

  1. Stólaspæl um virði í samfelagnum: talufrælsi, trúarfrælsi, útbúgving, arbeið, heim, vinir, pengar, familja, javnstøða. Hvør úlvur/títlingur fær eina mynd við einum virði. Munurin á hesum spælinum og vanligum stólaspæli er, at eitt virði skal út hvørja ferð, men tað kann vera eitt annað virði, enn tann úlvurin/títlingurin hevur, sum ‘misti’ stólin. Úlvarnir/títlingarnir skulu práta sínámillum um, hvat virði skal burturúr.

  2. Úlvarnir/titlingarnir fáa fortalt um ymiskar trúðarháttir og mentanir, og royna at skilja hvat hetta stendur fyri. Tað er upplagt at spyrja onkran lokalan, sum tey kenna og kunnu fyrihalda seg til.

  3. Fáa vitjan av einum persóni við øðrvísi virðum/minnilutar, t.d. Jehovas Vitni, samkynd, bodybuilder.

  4. Úlvarnir/títlingarnir vera býttir í patrúljur, har tey fáa eitt “virði” at verja, t.d. vegetar, lummapengar. Hetta skulu tey arbeiða við og síðani leggja fram/kjakast við hinar bólkarnar um. Til ber at gera mótsigandi virði, t.d. vegetar/kjøtetandi, nógv elektronisk tól/eingi elektronisk tól, søtmeti/eingi søtmeti.

Tíðindi

Sponsorer