Hvíta Gøta - Samfelag

Merkið


Hugleiðing

Merkið er eitt av týdningarmestu eyðkennum fyri føroyingar og samfelag okkara. Vit heilsa við merkinum, flagga á merkisdøgum, sum t.d. á Ólavsøku, og tá fólk fara til gravar, tá verður eisini flaggað í hálvari stong inn til kistan er komin í jørðina, síðani verður flaggið vundið á fulla stong.

Hetta virksemi riggar sera væl í samband við flaggdagin 25. apríl.


Gøtan

Úlvurin/títlingurin skal

Útdýping

Kenna Merkið

Kenna mátini og upprunan.

Kenna Flaggsangin, duga 1. ørindi

Flaggsangurin er okkara heilsan til Merkið, har vit siga at tað er vakurt, at tað umboðar okkum og at vit elska tað.

“Sjá tú blánar sum loftið..” tí er tað sera umráðandi at títtlingarnir læra hann at kenna.

Umráðandi er at úlvarnir/títtlingarnir i minsta lagi duga 1. vers,

https://kfukskotar.fo/cms/ShowContentPage.aspx?ContentPageID=102 

Vinda Merkið á stong

títlingarnir vinda flaggið á stong og taka tað niður aftur.

Og hvussu ein fer fram, tá Merkið verður vundið á hálva stong.




Hugskot til fundir

Kenna Merkið:

  1. Mátini standa í skótanum

  2. Upprunasøgan stendur í Skótanum

  3. Læra, hvussu ein leggur Merkið saman, so at bert tað reyða (ella bláa) verður víst, og forklára hví mann ger soleiðis (so at tað hvíta ikki gulnar).

  4. Úlvarnir kunnu tekna (á puntapappír) ella perla Merkið í røttum mátum, sum kann brúkast til pynt til møguligt flaggdagshald.

  5. Eisini kunnu úlvarnir/títlingarnir tekna sær eitt flagg í part (møguliga laminera) og seta á ein pinn.

  6. Um tey fyrst fáa at vita mátini og eitt sindur um upprunan, kunnu tey blíva kannaði við at hava eina spurnarkapping seinni sama fund ella næsta fund.

  7. Tosa eitt sindur við tey um flaggtraditión og flaggsøguna.

  8. Spæla ein leik um, tá Merkið var viðurkent.

  9. Leggja merkið upp við svávulpinnum, so eru mátini røtt. Síðani sleppa tey at seta eld á (træblýantar lita tendstikkarnar),


Kenna Flaggsangin, duga 1. ørindi:

  1. Syngja flaggsangin  https://kfukskotar.fo/cms/ShowContentPage.aspx?ContentPageID=102

  2. Tosa saman um Flaggsangin.

  3. https://fo.wikipedia.org/wiki/Merki%C3%B0


Vinda Merkið á stong:

  1. Læra teir røttu knútarnar, tá flaggið verður vundið á stong.

  2. Eisini ber til at læra úlvarnar/títlingarnar um aðrar flaggdagar.




Læra at vinda merkið á stong. Eisini tá vundið verður á hálva stong. Tað eru tey, ið fyrst koyra flaggið heilt upp, áðrenn tað verður fest á hálvari stong. Onnur eru, ið ikki koyra flaggið á fulla stong fyrr enn tað hevur hingið á hálvari stong.



Hold i dag

Tíðindi

Stuðlar

Instagram