Gula Gøta - Kunning

Lofthavið


Hugleiðing

Vit eru blivin von við nútímans amboð at kunna okkum um náttúruviðurskiftini rundan um okkum. GPS’ara til at síggja, hvar vit eru; ur og fartelefon, ið vísa hvat klokkan er og t.d. telduna at kanna veðrið. Vit ætla við hesi gøtuni at geva úlvunum/títlingunum innlit í ymsar møguleikar at kanna hesi viðurskifti í náttúruni.


Gøtan

Úlvurin/títlingurin skal

Útdýping

Gera eitt sólur ella ein regnmátara

Sólin kann nýtast til at kanna tíð og rætning.

Hetta kann sjálvandi bert lata seg gera, tá sólin sær, so best er at hava eina plan B.
Dømi um hetta er at finna í mappuni ‘Lofthavið’ undir ‘Hvíta Varða’

Gera ein veðurhana ella ein vindmátara

Ein veðurhani er eitt amboð, sum kann vísa, hvør ættin er. Við vindmátaranum kann síggjast munur, tá ið tað er nógvur vindur og lítið av vindi.

Dømi um veðurhana eru at finna í mappuni ‘Lofthavið’ undir ‘Hvíta Varða’

Kenna eitt sindur um stjørnuhimmalin

Nøkur av teimum mest vanligu stjørnuteknunum blíva útpeikaði, t.d. lítla Bjørn, Karlsvognurin og Orionsbeltið. Úlvarnir/títlingarnir skulu helst kunna vísa á hesi til næsta fund.

Dømi um Stjørnuhimmalin eru at finna í mappuni ‘Lofthavið’ undir ‘Hvíta Varða’


Gera eitt sólur ella ein regnmátara:

  1. Her eru fleiri hugskot at finna undir Stuðlandi tilfar.


Gera ein veðurhana ella ein vindmátara:

  1. Her eru fleiri hugskot at finna undir Stuðlandi tilfar.


Kenna eitt sindur um stjørnuhimmalin:

  1. Prika stjørnuteknini í t.d. eitt pringles ílat. Síðani kunnu úlvarnir/títlingarnir hyggja í íløtini ímóti ljósi og síggja stjørnuteknini.

  2. Prika hol á eina pappeskju og seta ljósketuperur upp í holini.

  3. “Night sky 2” er ein App ið kann nýtast at síggja stjørnuhimmalin á sjálvt, tá ið tað er ljóst.

Tíðindi

Stuðlar