Lilla Gøta - Felagskapur

Liðið


Hugleiðing

Úlvarnir/títlingarnir blíva kunnaðir um liðið hjá sær, hvussu gamalt tað er, hvørjar siðir tað hevur og hvussu tað er skipað. Hetta er gjørt soleiðis, at úlvurin/títlingurin veit, hvar tey koma frá, og fáa eina fatan av, hvussu skótarnir hava verið skipaðir í liðnum fyrr í tíðini.


Gøtan

Úlvurin/títlingurin skal

Útdýping

Hoyra ein eldri skóta greiða frá

Tað setir søguna hjá liðnum í nýtt ljós, tá ein omma/abbi fortelur um sítt skótalív. Tað ber eisini til at lesa brot úr gomlum dagbókum

Kenna liðið

Eitt lið er uppbygt av fleiri eindum, t.d. (spírar), úlvar/títlingar, ungdómsskótar/birkibeinar, rovarar og stabur/bólkaráð. Til ber at vísa á, hvat uppgávurnar eru hjá teimum ymisku í úlva/títlingaliðnum, liðleiðari, liðhjálpari, patrúljuførari o.s.fr. Eisini ber til at greiða frá, hví patrúljuarbeiði/samstarv er umráðandi í skótaarbeiðnum.

Kenna hvønn annan

Við at kenna hvønn annan (og leiðaran) broytist skótalívið frá at vera eitt virksemi, sum úlvurin/títlingurin gongur til, til at vera ein felagsskapur, ið tey saman við hinum eru ein partur av.




Hugskot til fundir

Hoyra ein eldri skóta greiða frá:

  1. Sí útdýping

  2. Onnur hugskot eru vælkomin


Kenna liðið:

  1. Sí útdýping

  2. Onnur hugskot eru vælkomin


Kenna hvønn annan:

  1. Um úlvarnir/títlingarnir eru á fyrsta ári, hevði tað verið eitt gott hugskot at gera eitt navnaspæl.

    1. Kasta ein bólt ímillum sín, og tann sum loftar skal siga navnið hjá sær, og kanska hvussu gomul tey eru og hvar tey búgva. Annað umfar skulu úlvarnir/títtlingarnir rópa navnið á tí, sum tey kasta til

    2. Speeddating: Úlvarnir/títlingarnir vera paraði tvey og tvey og fáa eina lítla løtu, maks 5 min, til at fortelja um seg sjálvi, og so skulu fortelja um hvønn annan. Uppskot til hvat tey kunnu práta um kann skrivast á eina talvu: Ítriv, familja, vinir, forelskilsi, kelidjór, feria, yndismatur, yndistónleikabólkur, yndisítróttur, besta lærugrein, yndisskótavirksemi.

Tíðindi

Stuðlar