Lilla Gøta - Felagsskapur

Altjóða


Hugleiðing

Ætlanin er at úlvarnir/títlingarnir fáa eina fatan av einum altjóða felagsskapi við at royna virksemi, sang ella róp á øðrum máli enn okkara. Málið er ein týdningarmikil partur av mentan okkara, og tí vilja úlvarnir/títlingarnir fáa eina kenslu av eini aðrari mentan á henda hátt.


Gøtan

Úlvurin/títlingurin skal

Útdýping

Duga ein altjóða skótasang ella -róp

Skótar eru um allan heimin. Tí er tað stuttligt at duga altjóða sangir og vita, at milliónir av skótum syngja somu sangir.

Hava verið við til eitt altjóða skótatiltak

Her er endamálið, at úlvarnir/títlingarnir luttaka á tiltakið, ið er altjóða. Tey fáa at vita, at skótar/úlvar/títlingar í øðrum londum eru samstundis til sama ella líknandi tiltøk. Við at luttaka eru tey við í einum altjóða tiltakið, hóast øll eru virkin í egnum landi.

Fylgja eini slóð við altjóða skótateknunum

Altjóða skótateknini vera nýtt av skótum um allan heim. Tí skulu úlvarnir/títlingarnir eisini kenna hesi teknini og duga at fylgja teimum. Hetta kann gerast á fleiri mátar, sí niðanfyri:




Hugskot til fundir

Duga ein altjóða skótasang ella -róp:

  1. Ging Gang Goolie - https://www.google.com/webhp?sourceid=chrome-instant&rlz=1C1CHMO_daFO570FO570&ion=1&espv=2&ie=UTF-8#q=ging%20gang%20goolie

  2. Kumbaya My Lord - https://www.youtube.com/watch?v=vo9AH4vG2wA

  3. BP spirit - https://www.youtube.com/watch?v=1xOOc2OFGjM

  4. Tess meir vit eru í felag https://www.youtube.com/watch?v=jom_Au2Cs7Q

  5. This is my little scoutinglight - https://www.youtube.com/watch?v=T0ajUSR4dfg

  6. If you’re happy and you know it - https://www.youtube.com/watch?v=l4WNrvVjiTw

  7. Climb, climb up sunshine mountain - https://www.youtube.com/watch?v=-RpbGLW5hAc

  8. Bravo (róp)

  9. Boom Chicka Boom (róp) https://www.youtube.com/watch?v=6SyyLoxv_eM&list=PLE51B264DF59F079C&index=2


Hava verið við til eitt altjóða skótatiltak:

  1. JOTA/JOTI

  2. JOTT

  3. Hugsunardagurin


Fylgja eini slóð við altjóða skótatekunum:

  1. Her ber til at brúka ymiskt at gera tekini við:

  1. Vanligu altjóða teknini

  2. Spraya/krita

  3. Endurskin

Tíðindi

Sponsorer