Grøna Gøta - Náttúra

Heimstaðurin


Hugleiðing

Náttúran í Føroyum er stórsligin, høg fjøll, klettar og ofta eitt brúsandi hav. Evnið á hesi gøtuni er nærumhvørvið, har úlvarnir/títlingarnir eru til dagligt. Náttúran er eisini tey lítlu tingini, plantuvøkstur í sær sjálvum og at fuglarnir skulu hava føði - alt árið. Virksemið er ætlað soleiðis, at úlvarnir/títlingarnir gjøgnum virksemið kunnu eygleiða plantuvøkstur, finna dømi í náttúruni og virka til, at fuglarnir hava lætt til fóður. Á henda hátt uppliva tey tað stóra í teimum ‘lítlu’ tingunum.


Gøtan

Úlvurin/títlingurin skal

Útdýping

Planta eitthvørt

Greið eitt sindur frá, um hvønn týdning plantur hava fyri lívið á jørðini.

Tað ber til at gera karsi ella stiklingar.

Havið í huga, at vøksturin tekur tíð. Leggið plantingina til rættis, soleiðis at til ber til at fylgja gongdini.

Ganga ein túr og síðani tekna eina mynd av einari plantu, sum tey hava sæð á túrinum

Tað er sera sunt fyri úlvar/títtlingar at røra seg og altíð er gott við einum túri, fyri at eisini læra av túrinum er tað gott at royna sítt minnið.

Gera eina fóðurkúlu ella fóðurbretti

Fuglarnir eru ofta sera svangir um veturin, so gott er at læra úlvarnar/títtlingarnar at vera hjálpsom, góð við djór og eisini at læra tey at brúka eitt hvørt, ið annars hevði farið vekk til okkurt brúkbart.




Hugskot til fundir

Planta eitthvørt:

  1. Blómuleykir: Ansa eftir, at leykirnir ikki standa ov heitt, og minnist til at geva teimum vatn á hvørjum fundi. Blómuleykir, so sum páskaliljur og tulipanir, skulu plantast um heystið (tulipanir kunnu plantast nakað út á veturin).

  2. Karsi: Í staðin fyri at planta blómuleykir, ber til at leggja vátt vat í ein lítlan bakka og sáa karsi. Hetta veksur sera skjótt. Her kunnu úlvarnir/títlingarnir eisini sjálvir gera bakkan til karsi.

  3. Stiklingar: Plantur, ið eru lættar at gera stiklingar av, eru runnar sum Kaprifolia (Lonicera ledebourii), Ribes (Ribes sanguineum) og Fuksia (Fuchsia magellanica) og trø sum Balsamøsp (Populus trichocarpa) og Pílur (Salix). Stiklingar skulu gerast í januar-mars. Stiklingarnir skulu vera um blýantstjúkt og blýantslongd (Balsamøsp skal helst vera longri). Stiklingarnir skulu helst vera 1-ársskot, teir kunnu setast beint í jørðina ella í ein pott og eitt vakstrarpunkt skal vera ovast á hvørjum stiklingi.

  4. Grassmátta: http://www.goodshomedesign.com/diy-fun-with-grass-seeds-and-sponges/

  5. Takið mynd, tá ið seta niður og so nakrar myndir gjøgnum skótaárið, so til ber at síggja vøksturin og minnast munin.


Ganga ein túr og síðani tekna eina mynd av einari plantu, sum tey hava sæð á túrinum:

Her eru eingi hugskot - øll eru vælkomin


Gera eina fóðurkúlu ella fóðurbretti:

  1. Vistfrøðiligar fóðurkúlur undir Stuðlandi tilfar.

  2. Til kúlu við fuglafóðurin skulu tit brúka: Koglu, tráð, palmin, fuglafóður og møguliga havragrýn. Bind tráðin um kogluna, blanda palmin, fuglafóður og havragrýn saman koyr um kogluna. Palmini skal vera bleytt. Tað kann verða koyrt í mikroovn, men ansa eftir, at tað ikki er ov heitt. Hang upp úti.

Hold i dag

Tíðindi

Stuðlar

Instagram