Hvat merkja skótaorðini og hvat standa styttingarnar fyri.
Her er ein orðalisti.
Altjóða sporttekin: Tekin, nýtt til at finna veg.
Ársstjørnur: Skótarnir fáa eina stjørnu fyri hvørt virkið ár.
Bivuak: Uttandura skýli, bygt til at sova undir eina nátt.
Bólkalega: Skótalega, har allir skótar í liðnum eru við - ella kunnu vera við.
Bólkaleiðari: Leiðari, við høvuðsábyrgd av einum lokalum skótabólki.
Bólkaráð: Leiðarar, foreldur og eitt nú kirkjuráðslimir ella onnur, ið varða av skótabólkinum.
BP: Stytting fyri Baden-Powell. Robert Baden-Powell stovnaði skótarørsluna.
Búni: Skótabúnin er ein myrkagrøn skjúrta ella troyggja og ljósagrønt turriklæði við smæruni á. Skjúrtan/troyggjan og turriklæði nevna vit skótabúna.
Deyður postur: Tá boðini á postinum standa á pappírslepa e.ø.
Dugnaðartekin: Merki, ið skótin fær at seta á búnan fyri dugnaskap. Tað kann t.d. vera um plantur, fyrstuhjálp, at brúka knív ella matgerð.
Emblem: Smæran er felagsmerki (emblem) fyri allar gentuskótar í heiminum. Føroya KFUK-skótar hava harafturat egna smæru.
Erla Kongsdóttir: KFUK-skótabólkurin í Fuglafirði. Men eisini brúkt sum patruljunavn. Skótapatruljurnar hava oftast fuglanøvn.
FSR: Stytting fyri Føroya Skótaráð.
FUR: Stytting fyri Føroya Ungdómsráð.
Gallasloyfa: Verður nýtt til hátíðardagar (galla). Eitt nú á grækarismessu og flaggdagin. Gallasloyfan er trý silkibond í somu litum sum Merkið. Hvítt, reytt og blátt. Tey eru faldað á miðjuni og fest á vinstru øksl við trygdarnál.
Gentuskóti: KFUK-skótar eru gentuskótar. Føroya KFUK-skótar hava einans kvinnuligar limir í løtuni.
Gilwell: Navnið á hægstu leiðaraútbúgvingini í skótarørsluni. "Baden Powell var Lord of Gilwell". Gilwell parkin liggur í London.
Grønur skóti: KFUK-skótar og KFUM-skótar verða kallaðir grønir skótar, tí teirra skótabúni er grønur.
Gulur skóti: Skótabúnin hjá Føroya skótasambandi er kakhi littur og verða teir tí kallaðir gulir skótar.
Haik: Langur gongutúrur. Ofta verður matur gjørdur ella etin á vegnum.
Hjálparleiðari: Skótaleiðari uttan høvuðsábyrgd. Ofta yngri leiðarar.
Heimssentur: WAGGGS hevur 5 skótasentur staðsett í Mexico (Our Cabana), Sweitz (Our Chalet), Englandi (Pax Lodge), Afrika (Kusafiri, flytur millum lond) og India (Sangnam).
Hugsanardagur: Alheims hugsanardagur er 22. februar, sum eisini er føðingardagurin hjá hjúnunum Baden-Powell. Dagurin verður hildin um allan heim fyri at minna okkum á alheims skótavinalagið.
IC: Stytting fyri International Comissioner.
IST: Stytting fyri International Service Team. Heitið á teimum, ið hjálpa til á altjóða legum.
Jamboree: Ein lega har nógvir skótar møtast
JOTA/JOTI: Ávísur dagur, har skótar í øllum heiminum samskifta á alnótini. JOTA er stytting fyri Jamboree on the air. JOTI er stytting fyri Jamboree on the internet.
JOTT: stytting fyri Jamboree on the trail. Árligur gongutúrur fyri skótar um allan heimin.
K.F.U.K: Kristiligt felag fyri ungar kvinnur
K.F.U.M: Kristiligt felag fyri ungar menn
Kimspæl: Spæl, har skótarnir venja at brúka sansirnar. Rudyard Kipling hevur skrivað bókina um drongin Kim, ið var sera dugnaligur eygleiðari.
Knútaband: Band, ið kann berast á búnanum og sum verður nýtt at venja knútar.
K-lega: skótalega fyri allar skótar 4.flokk og eldri. Lega har hvør skóta kann velja sær nøkur virksemir.
K-renning: Postarenning við kumpas
Kumpass: Tól, ið vísir magnetiska norður-suður linju við magnetnál.
Kusafiri: Skótasentur, ið í ferðast í afrikonsku londunum
Lakposi: Tunnur posi, t.d. eitt lak, ið er seymað til ein posa. Tú liggur í lakposanum inn í soviposanum. Lakposin hjálpir tær at halda hitanum og verjir soviposan. Einans neyðugt at vaska lakposan aftaná skótalegu ikki soviposan.
Legubál: Bál á skótalegu. Verður nýtt sum heiti fyri hugnaligar løtur rundan um bálið við sangi, spæli, hugna og stuttleika.
Legubálskappi: Ein kápa at hava útyvir skótabúnan til legubál. Bálið hitar framsíðuna, legubálskápan hitar bakið, tá tú situr við bálið.
Liðleiðari: Leiðari við høvuðsábyrgd av einum ávísum skótaliði.
Lilja: Emblemið hjá dreingjaskótum um allan heimin.
Livandi postur: Postur á postarenningini, har ein ella fleiri persónar standa og vegleiða skótarnar í uppgávuni, ið skal loysast ella gerast.
Loysanarorð: (Motto) Loysanarorð hjá skótum um allan heimin er “Ver til reiðar”
LPK: Stytting fyri Landspatruljukapping. Kapping, ið KFUM-skótarnir í Føroyum skipa fyri.
Marsjera: Á grækarismessu og á flaggdegnum er vanligt, at skótar ganga skrúðgongu.
Morsing: Tá ið boð verða givin við morsiteknum.
Morsifløgg: Reyð/hvít fløgg at gera morsitekin við.
Morsitalva: Frágreiðing um morsiteknini.
Náttarrenning: Postarenning um náttina. Á legu kunnu skótarnir vera vaktir á miðjari nátt at skula út at renna. Venjing í at verða til reiðar og at styrkja reystleikan.
NSK: Nordisk Speiderkomité. Norðurlendsk Ráðstevna hildin 3. hvørt ár í teimum ymisku norðurlendsku londunum.
Nuestra Cabaña/Our Cabaña: Heimsskótasentrið hjá WAGGGS í Mexico.
Patrulja: Ein bólkur av skótum 5-8 við egnum navni og sereyðkenni.
Patruljudagbók: Bók, har patruljur føra loggbók yvir tað, tey gera á skótafundum. Uppmøtingarlisti, telefonlisti og tílíkt er ofta í dagbókini.
Pax logde: Heimsskótasentrið hjá WAGGGS í Onglandi.
PF: stytting fyri patruljuførari.
PH: stytting fyri patruljuhjálpari.
Pionering: Búreising. Heitið fyri arbeiðsháttin, tá tú nýtir tvein at surra raftir saman til búreising. T.d. borð, inngangsportal og legukøk.
Pløkkur: Verður nýttur til at festa tjaldspennið. Hevur spískan enda og kann vera gjørdur úr tilfari sum t.d. metalli, plasti ella træi.
Postarenning: Skótarnir loysa uppgávur, ið tey finna við ávísum boðum.
Postur: Uppgávur at loysa ella lutir at finna á postarenningini.
Raftir: Steyrar, ið vera brúktir til búreising (pionering)
Rovari: Skóti eldri enn 18 ár.
Sangam: Heimsskótasentrið hjá WAGGGS í India.
Santa Jørundsdagur: 23. apríl er altjóða skótadagur. Baden Powel valdi Santa Jørund til verndarhalgimenni skótanna, tí hann umboðar tað góða og djarva, ið berjist ímóti og vinnur á tí ónda.
Semafor: Ein háttur at signalera, geva boð við fløggum.
Smáskótadagur: Dagur tá nógvir smáskótar í øllum landinum møtast.
Smæran: Er emblem hjá gentuskótum um allan heim. Kallast Trefoil á enskum. Okkara smæra hevur ein sigmundarkross í miðjuni.
Smæru-gilwell: Heiti á hægstu gentu og dreingja leiðaraútbúgvingini í Føroyum. Føroya Skótaráð skipar fyri útbúgvingini.
Skaffigreiðir: Amboð, ið tær tørvar til máltíð (skaffa) kopp, tallerk, skál, bestikk og viskustykki.
Sketch: Stuttur skemtileikur. Ofta ein skemtisøga, gjørd til leik.
Skrúðgonga: Skipa gonga, har skótar eru í búna og bera fløgg til hátíðardagar.
Skótabólkur: Øll liðini á skótastaðnum eru í bólkinum
Skótabønin: Sangur, ið verður sungin eftir hvønn skótafund.
Skótaheilsanin: er tann sama um allan heimin. Høgra hond upp við tveimum ella trimum fingrum, og hinir fingrarnir gera ein ring, sum merkir
skótavinir um allan heimin.
Skótahjálpin: Vika 39 á hvørjum ári tá skótar arbeiða fyri at samla pening til okkurt hjálpararbeiði
Skótalið: Bólkur við t.d. títlingum ella skótum
Skótalógin: Reglur, sum Baden Powell gjørdi til fyrstu skótarnar, og sum enn verða brúktar um allan heim.
Skótalyftið: Tá tú verður skóti, skal lyftið gevast eftir ávísum reglum.
Skótapatrulja: Bólkur við 5-7 skótum.
Skótaroyndin: Uppgávur, sum skótin ger fyri at kunna bera skótasmæruna.
Skóti: Heitið á lummaálmanakkanum, ið skótarnir fáa árliga og sum inniheldur nógvar hentar upplýsingar.
Spíri: Yngstu KFUK-skótar. Vanliga 6-7 ár
SSB: Skótalið Sigmund Brestisson.
Standari: Patruljuflagg. Silvurplátur, ið patruljan hevur vunnið í kappingum, verða heftar á standaran.
Títlingur: Næstyngstu skótarnir. Vanliga 7-10 ár
Tvein: Verður brúkt at surra við. Búreising.
Túgvan: Skótabólkurin hjá KFUK og KFUM skótunum í Kollafirði
Undirlag: Skótaundirlag er eitt undirlag, ið kann rullast saman og festast í ryggsekkin. Hesi eru løtt at bera og fylla lítið í tjaldinum ella í hølinum, har sovið verður.
Ungdómsskóti: Skótar í umleið 7.-10. flokki og eldri.
WAGGGS: World Association of Girl Guides and Girl Scouts
World Jamboree er altjóða skótalega, sum WOSM skipar fyri 4. hvørt ár
4. grein: Vaksnar og eldri KFUK skótar, ið møtast javnan til fund. Einaferð skóti - altíð skóti.