Ungleder Start er fyri gentur, ið blíva 12 ár í 2026 ella eldri.
Tilmeldingin frá de grønne pigespejdere er ikki klár enn, men vit hava fingið at vita at legan verður 23.-25. mai 2026 og er fyri gentur 12 ár og eldri. Ungleder Start er fyri allar gentur hjá "de grønne pigespejdere" í Danmark. So gentur kunnu koma úr øllum Danmark.
Vit flúgva úr Vágunum 22.mai kl. 16.55 til Billund og lenda aftur í Vágunum 25. mai, 2. hvítusunnudag kl. 20.40. So eingin missir nakran skúladag.
Vit ynskja at túrurin skal blíva so bíligur sum møguligt (millum 500-800kr í alt), so vónandi allar, sum hava hug, hava møguleika at koma við. Vit fara at søkja um stuðul og møguliga hava aðra innsamling. Føroyskur leiðari er við úr Føroyum og er við á øllum túrinum.
Gott um tilmeldingin er so tíðliga sum møguligt, so vit fáa bíligar flogferðaseðlar. Um tað ikki er møguligt at gjalda depositum beint nú, skriva so okkum ein mail, so finna vit eina loysn.
Best um tit melda til áðrenn 14.januar, men tað er møguligt at melda til í januar.