Sangur yrktur til 1. føðingardagshaldið í 1929

Nítjan hundrað tvinni tí og átta
níggju dagar gingnir vóru av mei.
tá ið her vit byrjaðu at skotta
minnast vit við tøkk tað tíðarskeið
Út skal haldast, um tað fram skal vinnast;
tí vit standa saman her í dag.
Altíð vit við frøði aftur minnast
tá ið skotttarfylgið kom í lag.

Vit við gleði mikukvøldar fara:
møti vera skal uppi í K;
nyttug ting vit allar fegin læra
so av lívinum vit gleði fá.
Vit tær ungu gentur mugu verða,
sum kann sigast um, at væl tað sæst,
at vit reinheits prógvið vilja bera,
skýggja hvørja synd og hvørja last.

Tit nú spyrja, hvussu gevur gingið,
og hvat nyttu hevur hetta gjørt,
hvat vit út av hesum hava fingið,
og um úrslitið er vorðið stórt.
Víst er tað, at okkum enn nógv restar
í at kunna alt sum kunnast kann.
Tó vit vilja vera kvinnur treystar,
sum ei ræðast leyp og mjólkaspann

Jú vit duga stoppa og bøta klæði,
reiða sengur og at kóka greyt,
binda um, tá ein fær ilt í knæðið,
ella skinnabein og arm hon breyt;
hjálpa upp á tey, ið einki duga,
altíð royna rætta systurhond,
tey á sjógvin detta aftur toga,
so tey ikki skulu geva upp ánd.

“Konkurrenser”, veitslur, túrar, møtir,
líkamikið nær, og hvar tað var,
- altíð vóru stórar gleðisløtur,
og vit leingi vilja minnast tær;
tí við bálið best tað hevur verið,
tá ið ljóðað hevur Harrans rødd.
Jesus sigur: Byrðarnar er berið
fyri teg, tá sálin kennist mødd.

 

Tíðindi

Sponsorer