VIÐTØKUR
LANDSNEVNDIN
LANDSNEVNDIN
Fundarfrásøgn verður skrivað fyri hvønn fund og send limunum í nevndini.
Fundarfrásøgnin skal góðkennast á næsta fundi.
Um nevndarlimi berst frá at møta á fundi, skal sigast frá hjá forkvinnuni og eykalimur innkallast.
ARBEIÐSUPPGÁVUR
LANDSNEVNDARFORKVINNAN
NÆSTFORKVINNAN
SKRIVARIN
KASSAMEISTARIN
NEVNDARLIMUR 5
NEVNDARLIMUR 6
NEVNDARLIMUR 7
EYKALIMIR
VENJINGAR OG SKEIÐ
Útbúgving er ein fyritreyt fyri at kunna reka eitt gott skótaarbeiði og er ætlað sum hjálp hjá teimum, sum skulu reka tað dagliga skótaarbeiðið.
PF-VENJING
LUTTAKARAR
Tey, sum eru ella skulu vera patruljuførarar og -hjálparar.
ENDAMÁL
At luttakarin
INNIHALD
LEIÐARABYRJAN (KVEIKING/LEIÐARABYRJAN)
LUTTAKARAR
Nýggir leiðarar og onnur áhugað.
ENDAMÁL
At luttakarin (verður kveiktur til komandi skótaárið)
INNIHALD
LEIÐARASKEIÐ 1
LUTTAKARAR
Nýggir leiðarar, liðhjálparar og onnur, sum hava eina uppgávu í bólkinum. Luttakarin skal hava fylt 17 ár og hava verið á Leiðarabyrjan.
ENDAMÁL
At luttakarin
INNIHALD
LEIÐARASKEIÐ 2
LUTTAKARAR
Liðleiðarar og onnur, sum hava eina leiðandi uppgávu í bólkinum. Luttakarin skal hava fylt 18 ár og hava verið á Leiðaraskeiði I.
ENDAMÁL
At luttakarin
INNIHALD
SMÆRU/GILWELL SKEIÐ
LUTTAKARAR
Leiðarar, sum hava luttikið í Leiðaraskeiði II, hava fylt 20 ár, og sum hava verið leiðarar í minst tvey ár.
ENDAMÁL
At luttakarin
INNIHALD
Skeiðið er í trimum pørtum:
Byrjunarvikuskifti
Arbeiðsuppgáva
Lega í tjaldi í eina viku.
SKÓTABÚNIN
SKÓTABÚNIN
Grøn skjúrta ella troyggja í ávísum sniði. Grønar buksur, cowboybuksur ella grønt skjúrt. Til búnan verður nýtt turriklæði og skótabelti. Allir limir í samskipanini nýta skótabúnan. Nýggir limir hava rætt at bera skótabúnan, tá teir hava luttikið á fýra fylgjandi skótafundum.
SPÍRUBÚNIN
Kravd merki til spírubúnan eru: Spíruemblemið, bygdamerkið og landsmerki.
Spírin ber tey dugnatekin og gonguskjøldrar, hon hevur tikið.
Spírur kunnu eisini bera legumerki og serlig merki.
Grønt pannuband ella húgvu
TÍTLINGABÚNIN
Kravd merki til títlingabúnan eru: Títlingaemblemið (tá ið títlingurin hevur staðið títlingaroyndina), alheims títlingamerkið, bygdarmerkið, flokksmerkið, ársstjørnur, KFUK-merkið og landsmerkið.
Títlingurin ber tey royndarmerki, dugnatekin og gonguskjøldrar, hon hevur tikið. Títlingar kunnu bera legumerki og serlig merki við loyvi frá landsnevndini. Grønt pannuband/húgva við títlingamerki.
SKÓTA- OG UNGDÓMSSKÓTABÚNIN
Kravd merki til skótabúnan eru: Skótaemblemið (tá ið skótin hevur staðið skótaroyndina), alheims skótamerkið, tjóðarmerkið, bygdarmerkið, liðmerkið, ársstjørnur og patruljulitir, KFUK-merkið og landsmerkið.
Skótin ber tey royndarmerki, dugnatekin og gonguskjøldrar, hon hevur tikið.
Skótin kann bera legumerki og serlig merki við loyvi frá landsnevndini.
Grøn alpuhúgva við hvítum Sigmundarkrossi.
LEIÐARABÚNIN
Kravd merki til leiðarabúnan eru: Skótaemblemið, alheims skótamerkið, tjóðarmerkið, bygdarmerkið, landsmerkið, ársstjørnur og KFUK-merkið.
Leiðari kann bera royndarmerki, 1. hjálparmerki og gonguskjøldrar.
Leiðari kann bera legumerki. Leiðari við Smæru/Gilwell ber snórin.
PATRULJULITIR
1. pat. REYTT 5. pat. BRÚNT
2. pat. BLÁTT 6. pat. LJÓSABLÁTT
3. pat. GRØNT 7. pat. HVÍTT
4. pat. GULT 8. pat. VIOLETT
ÁRSSTJØRNUR
1 ársstjørna: Lítil silvurlitt
5 ársstjørna: Stór silvurlitt
10 ársstjørna: REYÐ
15 ársstjørna: GRØN
20 ársstjørna: SILVUR
25 ársstjørna: GULL
PLÁSS Á BÚNANUM
Merkini á búnanum hava hvør sítt pláss:
Uppi yvir vinstra lumma: Títlingaemblemið
Alheims títlingamerkið
Skótaemblemið
Altjóða smæran
Landsmerkið
Beint uppi yvir vinstra lumma: Ársstjørnurnar
Uppi yvir høgra lumma: Tjóðarmerkið
Uppi yvir tjóðarmerkinum: Legumerkið
Patrúljulitir: Um akslastropparnar
Liðmerkini: Ovast á ørmunum
Royndarmerkini: Á vinstra armi - undir liðmerkinum
Dugnaðartekin: Á vinstra armi - undir royndarmerkjunum
Bygdar/býarmerkið: Á høgra armi
KFUK-merkið: Uppi yvir bygdar- ella býarmerkinum
Tignarstig: Snórar í yviskum litum um hálsin
Øll merkini eiga at sita oman fyri albogan.
Reglugerðin um skótabúnan var góðkend á landsfundi í mars 1996, endurskoða 04.03.2023 og 02.03.2024
SAMSTARVSAVTALA VIÐ KFUM-SKÓTARNAR
Felags bólkaráð verða á teimum plássum, har bólkarnir eru samdir um hetta.
Virkað verður fyri samstarvi í skótadømunum og miðað verður ímóti, at flestu dømistiltøk vera felags.
Landsnevndirnar koma saman í apríl mánaða, har felags tiltøk fyri komandi skótaár verða fastløgd.
Møguleiki skal vera fyri, at limirnir kunnu luttaka á venjingum og skeiðum hjá báðum samskipanunum. Fráboðanir um venjingar og skeið verða sendar samskipanunum.
SAMSTARVSAVTALA VIÐ DE GRØNNE PIGESPEJDERE
De grønne pigespejderes internationale anerkendelse dækker Føroya
KFUK-skótar gennem følgende associeringsaftale:
Føroya KFUK-skótar, der er medlem af Meginfelag Føroysku Gentuskóta, er et selvstændigt spejderkorps. De grønne pigespejderes internationale anerkendelse dækker Meginfelag Føroysku Gentuskóta
Føroya KFUK-skótar har egen Grundlov og Korpsvedtægter. Paragrafferne angående lov, løfte og spejdermæssige arbejdsprinsipper skal godkendes af hovedbestyrelsen for De grønne pigespejdereKFUK-spejderne i Danmark.
Medlemmer af Føroya KFUK-skótar har adgang til træninger og arrangementer på korpsbasis hos De grønne pigespejdere.
Da De grønne pigespejderes meddelelser og materialer tilsendes førerne hos Føroya KFUK-skótar, betales der årligt en afgift pr. medlem for dette. Beløbet fastsættes ved aftale mellem de to korps.
Føroya KFUK-skótar betaler quota til WAGGGS via De grønne pigespejderes korpskontor.
Denne associeringsaftale kan skriftligt opsiges af De grønne pigespejdere eller Føroya KFUK-skótar med 6 måneders varsel.
Avtalan er undirskrivað 9/3 - 1996
Fyri Føroya KFUK-skótar:
Eyðgerð Abrahamsen, Selma Viðstein og Ása Olsen
Fyri KFUK-spejderne i Danmark:
Anne Birgitte Villadsen, Kirsten Nielsen og Annelisa Holm
Skrivstovan (Føroya KFUK skótar)
Postadressan: Varðagøta 9, FO-100 Tórshavn.
Heimasíða: www.kfukskotar.fo
Teldubústaður: kfukscout@gmail.com
Samtykt á landsfundi 06.09.1986
Endurskoðað á landsfundi 05.03.1993
Endurskoðað á landsfundi 07.03.2015
Endurskoðað á landsfundi 04.03.2023
Seinast endurskoðað á landsfundi 02.03.2024