Vælkomin á landsfund hjá Føroya KFUK skótum
Á landsfundinum hjá Føroya KFUK skótum hava allir leiðarar og hjálparleiðarar møtiskyldu, og allir limir yvir 15 ár eru vælkomi á landsfund.
Landsfundurin verður hildin í KFUK í Havn, Varðagøta 9 og landsnevndin bjóðar morgunmat og miðmála til allar luttakararnar.
Sum fyrireiking til landsfundin verður mælt til at tit lesa Samverureglurnar "Safe from harm" ígjøgnum. Tær eru týddar til føroyskt og kunnu lesast á hesari leinkjuni.
Safe From Harm – Samverureglur
Endalig skrá til landsfundin verður send út í seinasta lagi 1 viku áðrenn fundin.
Úr grundlógini hjá Føroya KFUK skótum um landsfundin:
Hægsti mynduleiki er Landsfundurin, har liðleiðarar og liðhjálparar hava fundarskyldu.
Landsfundurin er sambært reglugerðini fyrsta leygardag í mars.
Mál til landsfundin skulu vera landsleiðaranum í hendi 10 dagar áðrenn fundin. Landsleiðarin gevur skrivlig fundarboð við fundarskrá í seinasta lagi eina viku áðrenn fundin.
Fundurin er viðtøkuførur, tá ið hann er lógliga lýstur. Við atkvøðugreiðslu hevur hvørt lið tríggjar atkvøður.
At luttaka á landsfundinum er ókeypis, men tú meldar teg til landsfundin ígjøgnum hesa leinkjuna.
Klubmodul.dk - Nem klubadministration