Klubmodul heintar síðuna
Landsfundur í KFUK í Havn
Tilmeldingsfrist er overskredet

Vælkomin á landsfund hjá Føroya KFUK skótum

Á landsfundinum hjá Føroya KFUK skótum hava allir leiðarar og hjálparleiðarar møtiskyldu, og allir limir yvir 15 ár eru vælkomi á landsfund.

Landsfundurin verður aftur í ár hildin í KFUK í Havn og landsnevndin bjóðar morgunmat og miðmála til allar luttakararnar.

Sum fyrireiking til landsfundin verður mælt til at tit lesa Samverureglurnar "Safe from harm" ígjøgnum. Tær eru týddar til føroyskt og kunnu lesast á hesari leinkjuni.

Safe From Harm – Samverureglur

Skrá
1. Inngangur - Safe from harm
2. Val av fundarstjóra og skrivara.
3. Góðkenning av frágreiðing frá seinasta landsfundi.
4. Innkomin mál - stillari KFUK skótarnir í Klaksvík - Hækkað limagjald
                          - stillari landsnevndin - stuðuls politikkur hjá Føroya KFUK skótum
                          - stillari landsnevndin - safe from harm
5. Góðkenning av roknskapi.
6. Ársfrágreiðingar frá landsnevnd, skótabólkum og nevndum. Ársfrágreiðingini skal sendast til kfukscout@gmail.com, tó skal okkurt leggjast fram, maks 3 min. 
7. Val av landsnevndarlimum og tveimum eykalimum.
8. Ymiskt.


Úr grundlógini hjá Føroya KFUK skótum um landsfundin:

Hægsti mynduleiki er Landsfundurin, har liðleiðarar og liðhjálparar hava fundarskyldu. 
Landsfundurin er sambært reglugerðini fyrsta leygardag í mars.

Mál til landsfundin skulu vera landsleiðaranum í hendi 10 dagar áðrenn fundin. Landsleiðarin gevur skrivlig fundarboð við fundarskrá í seinasta lagi eina viku áðrenn fundin.

Fudurin er viðtøkuførur, tá ið hann er lógliga lýstur. Við atkvøðugreiðslu hevur hvørt lið tríggjar atkvøður.

Tilmeldaði
26 /30
Tilmeldingarfreist
28.02.2025
Tíðspunkt
01.03.2025 kl. 09.00 - 01.03.2025 kl. 13.00
Sted
Varðagøta 9, 100 Tórshavn
Instruktør
Prísur
0,00 ,-
Du har efterfølgende mulighed for selv at rette din tilmelding eller afmelde dig, under 'Mine tilmeldinger'
Hold i dag

Tíðindi

Stuðlar

Instagram