Hugsanardagur

22. februar er hugsanardagur hjá skótum. Vit minnast stovnaran av skótarørsluni, Robert Baden Powell og konu hansara Olave Baden Powell, sum bæði høvdu føðingardag 22. februar.

Allir skótar samlast m.a. til gudstænastur hendan dag.

Tað var á skótahaldi fyri dreingir í 1909, at ein flokkur av gentum møttu upp og søgdu seg vera gentuskótar. Lord Baden-Powell gjørdi tá av, at gentur skuldu eisini sleppa at royna seg sum skótar, og árið eftir varð fyrsta gentuskótasamband sett á stovn í Stórabretlandi undir leiðsluni hjá Agnes Baden-Powell, systir stovnaran.

Tvey ár seinni høvdu gentuskótar breitt seg til Írland, Portugal, Norra og USA, og í dag eru gentuskótar at finna í 150 londum.

Hold i dag

Tíðindi

Stuðlar

Instagram