Smáskótadagur í Fuglafirði 4. mai 2024
Bussurin koyrir úr Havn. Møta við parkerinsøki við Skúlan á Fløtum/Bónus 4.mai kl. 8.50. Koma aftur til Havnar uml. kl. 17 sama stað.
Allir Smáskótar, Títtlingar, Spírur, Úlvar og Familju skótar eru hjartaliga vælkomnir. Allir skótar í 4. flokki ella yngri.
Vit fara ein túr í frumskógina. Vit fara á eina postarenning har vit spæla Mowgli, og vit finna útav hvussu hann gjørdi, tá í hann kom í skógina og hvussu Baloo og Bargera lærdu hann,
Hvussu mann skal gera í skógini og hvørjum mann skal lurta eftir og hvør er farligur.
Dagurin byrjar í Fuglafirði í miðstaðarlundini kl 10 og endar sama stað kl 16. Leiðarin í bólkinum skipar hvussu tit koma til Fuglafjarðar og heim aftur.
Kort er víst niðanfyri hvar miðstaðarlundin er (reyði prikkurin)
At hava við:
• Lítlan ryggsekk
• Góðan matpakka og okkurt at drekka til allan dagin
• Góðar skógvar (vit vera út allan dagin)
• Heit klæðir (húgvu, handskar, troyggju, regnklæðir)
Vit ynskja at 1 leiðari/foreldur kemur við per 10 skótar, leiðarin kemur at fylgja skótunum.