Kveiking 30.-31.aug 2024
Kveiking 2024
Veitst tú hvar dunnuungin Pu býr?
Hevur tú speglað tær í dropanum?
Hevur tú verið í Svínoy?
Nú hevur tú møguleikan.
Skótaárið 2024/2025 byrjar á Gamlagarði í Svínoy, har pláss er fyri 32 luttakarum. So vilt tú tryggja tær pláss á kveiking, so er at gera skjótt av.
Endamálið við kveikingini er at motivera, skapa áhuga og samanhald millum ungar/vaksnar skótar, og at byrja skótaárið við manér. Skráin verður tøk, tá vit nærkast. VIt gleða okkum til at verða kveikt í skótaandanum í einum góðum felagskapi
Tiltakið er fyri kvinnuligar skótaleiðarar og hjálparar, virknar sum hvílandi limir úr øllum skótasamskipanunum í Føroyum. Kostnaðurin er kr. 300,- og tilmeldingin fer fram á heimasíðu okkara. Aldursmarkið er 16 ár.
Fyllir tú 16 ár í 2024, so ert tú vælkomin við.