Klubmodul heintar síðuna
Smáskótadagur 2021
Tilmeldingsfrist er overskredet
Dagurin verður 8. mai 2021
Kennur tú Elinborg og J. F. Kjølbro? Ella Nólsoyar Páll?
Kom til Klaksvíkar og síggj, um tú eisini eru eitt ógvuliga dugnaligt fólk. Ella ein, ið skarar framúr í dugnaskapi, ídni, styrki ella líknandi.
Vit fara at møta smáskótum ymsastaðni úr Føroyum, til ein heilan dag úti í Klaksvík. Vit fara at gera bál, finna postar og gera ymiskt annað skótakynstur.

Kann eg koma við?
Smáskótadagurin er fyri allar spírur, títlingar, úlvar og smáskótar upp til og við 4.flokk.

Hvør skipar fyri?
KFUK skótarnir í Klaksvík, Skótalið Magnus Heinasonar og Skótalið Nólsoyar Pálls saman við Føroya KFUK-skótum, skipa fyri smáskótadegnum.


Hvat skal eg hava við?
Minst til at merkja alt væl við navni.
Vanliga skótaútgerð til ein dagstúr:
• Búna/troyggju og turriklæð
• Lítlan ryggsekk
• Matpakka
• 1 fløsku við vatni
• Plastkrúss/termukrúss/”mug”
• Heit klæðir (húgva, vøttir osfr. Vit vera úti allan dagin)
• Regnklæðir
• Gonguskógvar (ella góðir skógvar/stivlar)
• Skótan, pappír og blýant/penn
• Evt. eitt lítið sitiundirlag
Lat fartelefonina liggja eftir heima. Til ber altíð at koma í samband við leiðaran á tlfnr.
____________
Ver við til at pakka sjálv/sjálvur, so tú veist, hvat tú hevur við og hvar tað liggur. Tú hevur ábyrgd fyri tínum tingum og tú skalt sjálv/sjálvur bera tín ryggsekkin.

Væntað verður, at øll hava etið morgunmat tá tey koma. MINNIST TIL at hava ein góðan stóran matpakka við.

Spyr tín leiðara, hvussu tit koma til Klaksvíkar og heim aftur.
Um tað er nakað, sum hevur týdning hjá leiðarnum at vita, t.d. um tú tekur heilivág ella annað tílíkt, so skriva tað sum viðmerking.
Tilmeldaði
173 /200
Tilmeldingarfreist
06.05.2021
Tíðspunkt
08.05.2021 kl. 10.00 - 08.05.2021 kl. 16.00
Sted
Í Klaksvík - KFUM og K í Klaksvík
Prísur
50,00 ,-
Hold i dag

Tíðindi

Stuðlar

Instagram