Klubmodul heintar síðuna
Havnar KFUK skótar- Rudda Føroyar
Tilmeldingsfrist er overskredet

Í ár fara vit at “Rudda Føroyar” á Langasandi.

Havnar KFUK skótar eiga eini deilig skótahús á Langasandi, og tí fara vit at gera okkara til at rudda í nærumhvørvinum har.

Vit bjóða øllum smáum og stórum skótum at luttaka. Familjuskótar, spírur og títlingar skulu hava ein ábyrgdarpersón við sær. Vit fara at rudda í fjøruni og framvið vegnum, og tá fáa vit leiðarar ikki tikið ábyrgd av teimum.

Tit eru vælkomin at bjóða allari familjuni við. Vit bjóða ein drekkamun og okkurt lætt til matna. Tó er snilt at hava ein lítlan matpakka við til tey smáu.

Skrivið vinarliga hvussu nógv tit vera úr tykkara familju. Rudda Føroyar hevur eitt mál um at 5% av Føroya Fólki rudda hendan dagin, so her kunnu vit ordiliga gera mun.

At varða um og ansa eftir okkara náttúru er eitt kjarnuvirði í skótarørsluni og partur av skótarørsluni- so sjálvandi luttaka vit??

Ynskir tú ein hugnaligan dag saman við tínum skóta, so kom við?? so síggja tit eisini okkara deiligu umatøður á Langasandi.

Vinarliga viðmerk hvussu nógv tit verða, og um tit hava brúk fyri farti, ella hava pláss fyri fleiri í bilinum.

Tilmeldaði
7 /100
Tilmeldingarfreist
18.09.2024
Tíðspunkt
21.09.2024 kl. 14.00 - 21.09.2024 kl. 17.00
Sted
Langasandur
Prísur
0,00 ,-
Du har efterfølgende mulighed for selv at rette din tilmelding eller afmelde dig, under 'Mine tilmeldinger'
Hold i dag

Tíðindi

Stuðlar

Instagram