K legan 2025 verður í Eysturskúlanum Havn.
Tit kunnu longu nú byrja at gleða tykkum til øll tey spennandi verkstøðini ið tit kunnu velja ímillum.
Skjótt fara tit at fáa kunning um hvørji verkstøð ið tit kunnu velja. K-legan er ein lega har tú sjálv/ur hevur ávirkan á hvussu tín skrá skal ljóða, tó eru eisini nøkur felags virksemi.
Leygardagin á leguni verur farið út á trý ymisk verkstøð, og tá sleppur tú væntandi á verkstøðini tú frammanundan hevur valt tær.
Vit kunnu avdúka nøkur av spennandi verkstovunum longu nú:
- "Ver til reiðar" - Ver til reiðar, so tú ikki kemur í vanda. Hettar er ein postarenning við fokus á sjálvbjargni. Øll ið gjøgnumføra postarenningina á og duga at svara spurningunum og loysa uppgávurnar fáa eitt merki.
- Tólvtra títt egna knútaband. Lær handverkið "Tólvtring"
- Svim í nýggja langhýlinum
- Vitja Sjósavnið
- Bommverkstova
- Føroyskur dansur við Elin Mariu Olsen ið vit kenna frá spurnarkappingini í KVF "Tú manst vita frá mongum at siga"
- Ferð til Nólsoyar. Í Nólsoy sleppa tit á tvær verkstovur har tit læra fyrstuhjálp við bjargingarfelagnum, og vitja Jens Kjeld ið veit eina rúgvu um fuglar og djór í Føroyum.
- Dansa Hip Hop
- Rógva við teinaáringinum. Royn sjálvsama 20mannafarið.
- Baka á breyðvirkinum. Royn tíni evni við teirra dugnaliga bakara. Verkstovan gongur fyri seg á enskum.
- Royn Padel sum.
- Escape room. Eitt spæl at tú loysir gátur, kotur og finnur loysnir.
- Minigolf
- Ullatøving
- Bowling
K-legan verður fyriskipað av Føroya KFUK-skótum, og verur í Havn í 2025, vikuskiftið 24. til 26. januar 2025.
Dyrnar lata upp klokkan 18:00 og skráin byrjar klokkan 19:00 fríggjakvøldið og endar sunnudagin klokkan 14:00.
Skótar frá 4. flokki og eldri kunnu luttaka á leguni. Summi av verkstøðunum eru lagaði til eldru skótarnir.
Tilmeldaðir luttakarar fara at fáa ein t-post sendandi við kunning um hvørjar verkstovur ið tit kunnu velja. Minnist til at kanna teldupostin og at velja verkstovurnar sum skjótast, eftir at tú hevur móttikið teldupostin. Okkurt verkstað verður serliga ætlað teimum elstu skótunum á leguni.
Ein leiðari fyri hvønn skótabólk má við, um fleiri enn 10 skótar eru við, mugu tveir leiðarar við. Tað kann eisini verða foreldur, sum kemur við fyri skótabólkin.
Legugjaldið er 275 kr. Ferðaútreiðslur eru ikki íroknaðar í prísinum. Leiðarar luttaka ókeypis.

