Klubmodul heintar síðuna
Kveiking 2025
Tilmeldingsfrist er overskredet

Vælkomin á Kveiking 2025 í Vági

Besti mátin at byrja eitt nýtt skótaár er á Kveiking og í ár vera vit í Vági.

Vit byrja umborð á Smyrli við einari aktivari verkstovu. Komnar til suðuroynna gongur leiðin til Vágs, har vit fara at gista í hugnaligu smáttunum.

Á skránni á kveiking í ár verður stutt pílagrímsferð, vitjan á spennandi Vesturgarði har vit fara at læra at spinna og hoyra um teirra vitrksemi. Restin av skránni verður kunngjørd í næstum.

Endamálið við Kveiking er at geva kvinnuligum leiðarum og skótaáhugaðum eina jaliga, uppbyggjandi og kveikjandi uppliving og eina góða byrjan uppá skótaárið.

Dentur verður lagdur á viðurskifti, ið koma væl við í skótaarbeiðinum. Persónlig menning og góð samvera verða berandi elementini á tiltakinum.

Tiltakið er fyri allar kvinnuligar skótar í Føroyum, úr øllum samskipanum.

Aldursmarkið fyri luttøku er 16 ár

Vit møta kl 18.00 á Farstøðini í Havn fríggjadag og skrá in á Kveiking heldur á til leygardag kl 16.

Tá kunnu tit antin fara av Krambatanga kl 18.30 leygadag ella kl 17.30 sunnudag, tí møguleiki er at gista eina eyka nátt í smáttunum og hugna sær í góðum selskapi.

Vælkomin við.

Tilmeldaði
16 /30
Tilmeldingarfreist
26.08.2025
Tíðspunkt
29.08.2025 kl. 18.30 - 30.08.2025 kl. 18.30
Sted
Vágur
Prísur
350,00 ,-
Hold i dag

Tíðindi

Stuðlar

Instagram