Ása Amalia Skála Østerø 85 ár


Hjartaliga tillukku við stóra degnum tann 2. apríl tá tú fylti heili 85 ár.
Dagurinvarð hildin í KFUK fyri innboðnum og sera nógv fólk heiðraðu Ásu.

Millum annað komu spírurnar og sungu fyri Ásu. àsa varð sjálv við til at stovna 

spíruliðið hjá Havnar KFUK skótum. 

Sum vit skrivaðu á heimasíðuna fyri 5 árum síðani, tá ið tú eisini vart heiðrað: 

"Øll kenna vit hana, sum ein fittan, vinaligan og fyrikomandi skóta, altíð við tí góða orðinum og altíð klár at vera við og hjálpa"

Ása hevur verið skóti, síðani hon var smágenta, og munnu tað vera áleið 75 ár síðani hon byrjaði sína ferð sum skóti.
Hon hevur verið á nógvum landslegum, ráðstevnum og enntá heimsráðstevnum og er ein av teimum hepnu í Føroyum ið enntá
hevur upplivað at hitt Lady Olave Baden Powel! Eisini hevur hon verið á nógvum legum runt í Føroyum.
 
Ása hevur eisini verið í landsnevndini hjá Føroya KFUK-skótum, og var eitt skifti forkvinna fyri Føroya KFUK skótar.
Ása hevur seinastu nógvu árini staðið fyri 4.grein, sum er “gamlir” KFUK skótar.

Ása er enn líka trúgv sum hon altíð hevur verið og luttekur á landsfundum, kveiking og leiðarahugna saman við øðrum KFUK skótaleiðarum. 

Við sær hevur Ása altíð eitt stórt smíl, góð hugskot, góð orð og eitt smittandi gott lag.

Góða Ása! Hjartaliga til lukku við degnum.
Alt tað besta og Guðs signing ynskja vit tær.
 
 

Hold i dag

Tíðindi

Stuðlar

Instagram