Frummskógurin í Fuglafirði  

Leygardagin 4. mai verður árligi smáskótadagurin hjá Føroya KFUK skótum. Smáskótadagurin er eitt tiltak, har vit bjóða smáskótum úr øllum trimum samskipanum við til ein stuttligan og góðan dag saman við skótum úr øllum landinum. Heitið Smáskótadagur er valt sum felagsheiti, ið fevnir allir skótar ið eru í aldrinum 4. flokkur og yngri. Tískil er dagurin bæði fyri Familjuskótar, spírur, títlingar, skótar, úlvar og úlvaungar.

Smáskótadagurin verður skiftandi hildin á teimum støðunum, har ið KFUK skóta bólkar eru, og í ár eru tað skótabólkurin í Fuglafirði ið hava tikið av at skipa fyri degnum.

Í ár eru Mowgli og Junglebókin karmur um dagin, og skótarnir fara at royna ymisk kynstur og avbjóðingar eins og Mowgli í søguni. Smáskótadagurin er sera væl móttikin, og 120 smáskótar eru tilmeldaðir, umframt nógvir leiðarar. Freistin fyri tilmelding er nú farin.

Føroya KFUK skótar ynskir øllum smáskótunum ein fantastiskan dag í Frumskógini í Fuglafirði og vilja takka skótabólkinum Erlu Kongsdóttir og Gullbrandi fyri at 

tit hava átikið tykkum at skipa fyri.



Hold i dag

Tíðindi

Stuðlar

Instagram