Skótahjálpin 25
Skótahjálpin verður í døgunum 22. september til 28. september 2025
Hettar er 42. ferð at skótar í Føroyum ganga skótahjálp.
Endamálið við skótahjálpini er at "Børn hjálpa børnum".
Skótahjálpin stuðlar í ár trimum verkætlanum.
- Ein verkætlan í kreppumiðstøðini hjá kvinnuhúsinum í Havn, har 12-15 børn gista árliga
- Ein verkætlan, ið stuðlar einum dreingjaheimi í Addis Ababa í Etiopina.
- Ein verkætlan ið stuðlar skótabólkum í Malawi, ið hava ringt við at klára seg fíggjarliga.
Lesið meira um góðu verkætlaninar á leinkjuni herundir.
Skótahjálpin stuðlar trimum verkætlanum í ár