2. mars 2024 var landsfundur hjá Føroya KFUK skótum, og á fyrsta landsnevndarfundi tann 13. mars skipaði nýggja nevndin seg.

Ása Olsen valdi ikki at stilla uppaftur, og landsnevndin takkar Ásu fyri alt tað góða arbeiðið ið hon hevur gjørt fyri Føroya KFUK skótar í sera nógv ár og vóna at vit fara at hava nógv gott samstarv framyvir, hóast Ása ikki røkir ein landsnevndarsess í løtuni. 

Nýggj í landsnevndini er Mildrið Hammer Abrahamsen úr Fuglafirði, og er hettar hennara fyrsta landsnevndarseta. Landsnevndin ynskir Mildrið hjartaliga vælkomna í nevndina, og fegnast eisini um at landsnevndin aftur hevur umboð úr Fuglafirði, eftir fleiri ár uttan lokala umboðan úr Erlu Kongsdóttir.

Gyða Johansen valdi ikki at stilla uppaftur sum varalimur, og fyri hana er Rósa Petersen vald sum varalimur.

Vit vilja somuleiðis takka Gyðu fyri hennara stóra arbeiði í landsnevndini, og vóna at síggja hana aftur í nevndi eina aðru ferð. Somuleiðis vilja vit takka Rósu fyri at hon hevur tikið við varasessinum, og ynskja henni hjartaliga vælkomna í landsnevndina. Eisini Rósa er nýggj í landsnevndararbeiðinum.

Vit gleða okkum til eitt spennandi skótaár, við nógvum spennandi upplivingum fyri framman.

Hava tit spurningar till landsnevndina, eru tit altíð vælkomin at kontakta okkum.

Á myndini væntar Elisabeth M. Gaard.


Valdar í nevndina:

Forkvinna: Fía Lindenskov, Havnar KFUK skótar

Næstforkvinna: Elisabeth M. Gaard, KFUK skótarnir í Klaksvík

Skrivari: Charlotta Thorsteinsson, KFUK skótarnir í Klaksvík

Kassameistari: Marjun Johannesen, Skótaliðið Nykurts Rósa, Sandur. ( í farloyvi til 15. mai)

Ása Beder, Havnar KFUK skótar

Rudy Danielsen, Havnar KFUK skótar

Mildrið Hammer Abrahamsen, Erla Kongsdóttir, Fuglafjørður

Varalimir:

Eik Gullbein, Havnar KFUK skótar (Røkir kassameistarapostin)

Rósa Petersen, KFUK skótarnir í Klaksvík

Hold i dag

Tíðindi

Stuðlar

Instagram