Byrja skótaárið á Svínoy!

Kveiking 2024 verður á Gamlagarði, har pláss er fyri 32 luttakarum.

Á gamlagarði eru góðar sengur, 4 í hvørjum kamari. 

Kvinnuligir leiðarar og skótaáhugaðar úr øllum samskipanum og bólkum í Føroyum eru vælkomnar. Aldursmark 16 ár. 

Í so fall, at at fullteknað verður, hava limir hjá Føroya KFUK skótum framíhjárætt fyri luttøku.

Prísurin fyri luttøku er 300 kr.

Á skránni verður: 

Kveikjandi upplegg

 Samansjóðing

Hugni

Skóta OL

Góður matur

Útilív

Stuttleiki

Gongutúrur

Nýtt frá Skótaheiminum

Handalig verkstova við Elin Lindenskov: Sjónlig bøting (visible mending)

Ritan siglir úr Hvannasundi fríggjakvøld kl 18.30. og úr Svínoy leygarkvøld kl 19.45.

Møguleiki er eisini fyri at gista eina eyka nátt á Gamlagarði fyri ein meirkostnað á 100 kr.

Melda til kveiking her: Klubmodul.dk - Nem klubadministration (kfukskotar.fo)

 

Hold i dag

Tíðindi

Stuðlar

Instagram