Vilt tú hoyra hvat landsnevndin arbeiðir við? Undrast tú á hvat IC er ein stytting fyri?

Manglar liðið hjá tær merkir? Vilt tú royna ta lekkru grønu blusuna áðrenn tú keypir hana?

Koma og vitja básin hjá okkum leygarkvøldið á K-leguni.

Á básinum hittir tú Marjuna, ið er okkara nýggja føroyska IC, ið merkir at hon er okkara altjóða umboð fyri WAGGGS. World Association of Girl Guides and Girl Scouts - WAGGGS

Eisini hittir tú umboð úr landsnevndini hjá Føroya KFUK skótum. 

Á básinum kanst tú fáa vitan um hvat gongur fyri seg í skótaheiminum, bæði í Føroyum, og úti í verðini. Tú kanst fáa inspiratión til hvat tú kanst finna skótatilfar og annars seta teimum allar teir spurningarnar ið tú annars hevur.

Eisini hava vit allar okkara søluvørur frá heimasíðuni við á K-leguna. Harímillum lekkru grønu blusurnar ið vit fingu til landið beint áðrenn jól. 

Vit hava eitt serligt K-legu tilboð ið er galdandi frá nú og til og við sunnudagin. Tú ert vælkomin í básin at hitta okkum og at royna blusurnar leygarkvøldið frá kl 19, eisini hóast tú ikki fært verið við til K-leguni.




Hold i dag

Tíðindi

Stuðlar

Instagram