
Go Global 2025

Vælkomin við á Go Global. Vilt tú vera ein av teimum fýra hepnu fýra luttakarunum úr Føroyum ið sleppa við, so les víðari.
So er aftur tíð til Go Global. Go Global hevur til endamáls at læra skótar meira um skótalív og skótaítriv í altjóða høpi og at skapa nýggj norðurlendsk sambond.
Go Global í ár verður hildið í Höör í Svøríki frá 7. til 9. November, og tiltakið er fyri skótar millum 18 og 30 ár.
Á skrá eru aktivitetir bæði í býi og í náttúru, og tiltakið umfatar bæði fyrilestrar og verkstovur.
Fýra luttakarar kunnu luttaka úr Føroyum.
Praktisk kunning:

7. november kl. 15.00 - 9. nov. kl. 12.00

Í Höör í Svøríki

Føroya Skótaráð rindar kostnaðin fyri luttøku og ferðing

Tiltakið er fyri skótar millum 18 og 30 ár

Tilmeldingar- og skrásetingarfreist er 31. august
Fyri at luttaka skalt tú hava rindað limagjald fyri skótaárið 25/25. Tað gert tí her: