Familjuskótar er fyri børn í aldrinum 3-6 ár. Børnini møta saman við einum ella fleiri vaksnum.
Virksemið er málrættað børnum í aldrinum 3-6 ár.
Limagjald: Børnini í aldrinum 3-6 ár verða meldaði sum limir hjá Føroya KFUK skótum á heimasíðuni www.kfukskotar.fo
Tey vaksnu eru eisini hjartaliga vælkomin at tekna seg sum lim um tey ynskja. Tá kunnu tit antin velja teigin "stuðlandi limur" ella "leiðari" alt eftir hvat tit ynskja. Tað er ikki eitt krav at tey vaksnu gerast limir.
Vit møtast annan hvønn mikudag kl. 17-18.