Føroya KFUK skótar stovnaðu Grækarismessu nýggja skótaliðið "Nýkurtsrósan" á Sandi.

Hetta er eitt samstarv við KFUM skótarnar, og verður sostætt eitt blandað lið. Genturnar verður limir hjá Føroya KFUK skótum, og dreingirnir hjá KFUM skótunum. Nýkurtsrósan væntar at fara undir vikuligt virksemi eftir summarfrítíðina, men fer at hava tiltøk í vár fyri at skapa áhugað fyri virkseminum. Nýkurtrósan væntar sum tað fyrsta at byrja eitt familjuskótalið. Familjuskótar er nýtt skótavirksemi í Føroyum, og er fyri børn 3-5 ár. Børnini hittast til skótar saman við foreldrum, ommum og abbum ella øðrum vaksnum, ið ynskja at njóta skótalívið saman við børnunum. Fyrsta familjuskótaliðið í Føroyum varð stovnað í heyst hjá Havnar KFUK skótum. Føroya KFUK skótar fegnast um, at Nýkurtsrósan eisini fer at stovna eitt familjuskótalið, soleiðis at tað eisisni verður gjørligt hjá barnafamiljum á Sandoynni at gerast skótar. 

Føroya KFUK skótar hava fyrr havt ein skótabólk í Dali/Húsavík, men virksemið datt tíverri niðurfyri. Vit gleðast tí stórliga um at tað nú aftur verður gjørligt at gera KFUK skóti á Sandoynni 
??

Stóra takk til Marjun Johannessen fyri at taka stig til stovnan av nýggja liðnum saman við Barbaru Vang frá KFUM skótunum. Blíðan byr til Nýkurtsrósu ynskja Føroya KFUK skótar

Hold i dag

Tíðindi

Stuðlar

Instagram