Kveiking 2023 – Kom við!

Hvør hevur ikki brúk fyri undirhaldi, skótavinum, felagsskapi, góðum mati og ikki minst kveiking?

Alt hetta kanst tú uppliva niðurkókað í eitt samdøgur frá fríggjadegnum 25. august kl. 19 – leygardagin 26. august kl. 17. Teistin siglir av Gomlurætt fríggjadagin kl. 17.20 og úr Skopun sunnudagin kl. 18.35. Bussur koyrur úr og til Skopunar í sambandi við nevndu túrar.

Hesa ferð verða vit á Mølini í Skálavík. Bert 10 kømur eru á hotellinum, so tað ræður um at at gera skjótt av. Skuldi tað hent seg, at øll kømurini eru umbiðin tá tú meldar til, syrgja vit sjálvandi fyri øðrum gistingarmøguleikum.

Endamálið við kveikingini er at motivera, skapa áhuga og samanhald millum vaksnar/gamlar skótar, og at byrja skótaárið við manér. Skráin verður tøk, tá vit nærkast.

Tiltakið er fyri kvinnuligar skótaleiðarar og hjálparar, virknar sum hvílandi limir úr øllum skótasamskipanunum í Føroyum. Kostnaðurin er kr. 250,- og tilmeldingin fer fram á heimasíðu okkara. Aldursmarkið er 16 ár.

 

Vit gleða okkum at síggja teg.

Blíðar heilsanir

Føroya KFUK-skótar

 

Hold i dag

Tíðindi

Stuðlar

Instagram