Vilt tú gerast ein partur av skótarørsluni? Tú ert vælkomin.
Er tú foreldur, omma ella kanska fastur hjá einum skóta?
Vart tú virkin í skótarørsluni fyrr og hevur hug at koma uppí aftur?
Ella hevur tú hug at royna skótalívið fyri fyrstu ferð?
Vit hava 5 skótabólkar kring landið, og allir bólkar taka fegin ímótir nýggjum leiðarum, hjálparleiðarum ella bara eini hjálpandi hond.
Hevur tú hug at hjálpa til við skótaarbeiðinum, so ert tú vælkomin :)
Sent eini boð til okkum, so finna vit ein KFUK skótabólk ið hóskar til tín: kfukscout@gmail.com
Her kanst tú lesa um hvat vit standa fyri, og hvør kann gerast limur. https://kfukskotar.fo/hvoer-kann-gerast-limur
Vit krevja barnaváttan inn fyri allir leiðarar yvir 15.
