Summartúrur 2023 - kapping
Leygardagin 10. juni ella sunnudagin 11. juni kunnu allir skótar í Føroyum verða við til kappingina summartúrur. Túrurin er samstundis ein kapping millum allar patrúljur, sum ganga ein túr, minst 10 km. Skótar yngri enn 4. flokk, skulu ganga saman við onkrum vaksnum. Allar patruljur kunnu luttakað, eisini eldri patrulju. Savna patruljuna saman aftur til ein gongutúr.
Allir luttakarar fáa hvør sítt merki, til at seta á búnan, fyri at gjøgnumføra dagin við uppgávunum.
Møguleiki verður hjá patruljuni at vinna góðar vinningar.
Á túrinum, fáa tit eisini ymsar uppgávur at loysa.
Túrurin skal verða leygardagin 10. juni ella 11. juni. Leygardagin í millum kl. 10-20 ella sunnudagin í millum kl. 12-18.
Tað er patrúljan sum avgerð hvar túrurin skal gangast. Áðrenn túrurin byrjar, fáa tit onkra uppgávur at loysa, og restina av uppgávuna fáa tit á degnum. Eisini skulu tit hava ymiskt klárt, sum tit skulu brúka á túrinum, men hetta eru vanlig ting, sum tit fáa boð um.
Tit fáa meira kunning, tá tit hava meldað tykkum til.
Í hvørjari patrulju skulu tað verða 4 - 8 skótar. Hvør skóti skal tilmeldað seg, tí hvør skóti skal fáa eitt merki at seta á búnan eftir kappingina.
Minst til at upprætta ein vanga, um tú ikki longu hevur ein, áðrenn tú meldar teg til.
Um tú ikki hevur ein vanga, kanst tú lesa her hvussu tú skalt gera https://kfukskotar.fo/hvussu-stovni-eg-ein-vanga
