K legan 2024 verður í Klaksvík. Tit fáa nærri boð um hvørji verkstøð verða at velja í millum.
K-legan er ein lega har tú sjálv/ur hevur ávirkan á hvussu tín skrá skal ljóða, tó eru eisini nøkur felags virksemi. Leygardagin á leguni verur farið út á trý ymisk verkstøð, og tá sleppur tú væntandi á verkstøðini tú frammanundan hevur valt tær.
K-legan verður fyriskipað av Føroya KFUK-skótum, og verur í Klaksvík í ár, vikuskiftið 26. til 28. januar 2024. Dyrnar lata upp klokkan 18:00 og skráin byrjar klokkan 20:00 fríggjakvøldið og endar sunnudagin klokkan 14:00.
Skótar frá 4. flokki og upp eftir kunnu luttaka á leguni. Tit fáa seinni ein t-post har tit koma at velja verkstøð. Okkurt verkstað verður serliga ætlað teimum elstu skótunum á leguni.
Ein leiðari fyri hvønn skótabólk má við, um fleiri enn 10 skótar eru við, mugu tveir leiðarar við. Tað kann eisini verða foreldur, sum kemur við fyri skótabólkin. Legugjaldið er 275 kr. Ferðaútreiðslur eru ikki íroknaðar í prísinum. Leiðarar luttaka ókeypis. Leiðarar meldað til her https://kfukskotar.fo/cms/ProfileEventEnrollment.aspx?EventID=67
