Hægst mynduleiki er Landsfundurin, har liðleiðarar ogliðhjálparar hava fundarskyldu.
Landsfundurin er fyrsta leygardag í mars við hesi skrá:
Inngangur
Val av fundarstjóra og skrivara
Góðkenning av gerðabókini
Ársfrágreiðing og góðkenning av roknskapi
Val av landsnevndarlimum og tveimum eykalimum
Innkomin mál
Ymiskt
Mál til landsfundin skulu vera landsleiðaranum í hendi 10 dagar áðrenn fundin. Landsleiðarin gevur skrivlig fundarboð við fundarskrá í seinasta lagi eina viku áðrenn fundin.
Grein 6
Fudurin er viðtøkuførur, tá ið hann er lógliga lýstur. Við atkvøðugreiðslu hevur hvørt lið tríggjar atkvøður.