Klubmodul heintar síðuna
Havnin, Depositum-Ungdómsskótaferð til Our Chalet

Depositum á kr. 500,- skal flytast á konto: 9181 185.058.1, viðmerk navn og Sveits

Ungdómsskótarnir hjá Havnar KFUK-skótum hava ynskt at ferðast til skótacentrið “Our Charlet” í Sveits, ið er eitt av teimum fimm skótasentrunum ið WAGGGS eigur. WAGGGS er stytting fyri World organisation for girl guides and girl scouts.
Á teimum fimm heimscentrunum ber til hjá øllum skótum og øðrum áhugaðum at koma. Tey skipa fyri spennandi skeiðum, virksemi, legum og øðrum tiltøkum. Á nýggjárinum 2023/2024 skipa tey fyri serligum nýggjárstiltaki, og hettar ynskja okkara ungdómsskótar at luttaka á. Vit halda at hettar er eitt sera gott initiativ, og halda tað vera spennandi hjá teimum at kenna til heimsskótarørsluna við at ferðast til Our Charlet, sum liggur í vøkru Sveisisku alpunum. Ungdómsskótarnir vilja fegnar bjóða øðrum skótum við á túrin, so møguliga fara skótar úr øðrum liðum eisini at koma við.
Úr okkara liðið kemur Gyða Johansen at koma við sum leiðari, umframt minst ein onnur. Endalig støða er ikki tilkin enn til hvør tað verður. Eru foreldur ið ynskja at koma við sum leiðarar, so er eisini møguleiki fyri tí
Her er nýggjárstiltakið ið vit ynskja at luttaka á. Sum sæst, so er tað fylt við alskyns stuttligum vetraraktivitetum.
Vit hava valt programmið ið varðar í 4 dagar og sum er fyri luttakarar ið eru 10 ár og eldri, so allar ið eru ungdómsskótar komandi ár kunnu vera við.
Fráferðin verður úr Føroyum 27. Des, og vit koma heimaftur 4. ella 5. Januar.
Velja vit hendan túrin, ávirkar tað skúlan hjá gentunum minst møguligt.
Ferðin fer at kosta áleið 8500 kr. Tað er roknað út frá hesum prísunum
Flogferð DK/FO uml 2.000,-
Tok: ferð við nátttoki DK/ Hamburg plus Hamburg/Sveits báðar vegir: uml kr. 2000,-
Uppihald á Our Charlet 4 dagar (gistin, matur og upplivingar): kr. 4.303,-
Uppihald eina nátt í DK: uml 4.000,- fyri allar (við fyrivarni)
Tilmeldaði
30 /30
Tilmeldingarfreist
25.09.2023
Tíðspunkt
30.12.2023 kl. 00.00 - 02.01.2024 kl. 00.00
Sted
Prísur
0,00 ,-
Du har efterfølgende mulighed for selv at rette din tilmelding eller afmelde dig, under 'Mine tilmeldinger'
Hold i dag

Tíðindi

Stuðlar

Instagram