Klubmodul heintar síðuna
Kveiking 2022
tíverri er einki pláss eftir
Hvør hevur ikki brúk fyri undirhaldi, góðum vinum, felagsskapi og ikki minst KVEIKING. Alt hetta fáa tit nú, niðurkókað í eitt samdøgur.
Vit fáa pláss á Gjáargarði og byrja fríggjakvøldið 26. august kl. 18 og enda leygarkvøldið kl. 18.
Aftur í ár bjóða KFUK-skótarnir til KVEIKINGAR-samdøgur. Tiltakið er fyri allar kvinnuligar skótar hjá Føroya KFUK-skótum, KFUM-skótum og Føroya skótasambandi.
Í ár er evnið INDIA. Tað fer at ávirka matin, ítrivi, framløgur o.a. Greitt verður eisini frá skótasentrinum hjá WAGGGS í Pune í India.
Vónandi vera vit fleiri við Gjógv í august til enn eitt hugnaligt kveikingarsamdøgur. Vit kunnu m.a. bjóða: góðan mat, joga, ítriv, kvøldarpílagrímsgongu og song at sova í.
Endamálið er at geva KVINNULIGUM leiðarum og VAKSNUM eina jaliga, uppbyggjandi og kveikjandi uppliving, sum eina góða byrjan uppá skótaárið.
Dentur verður lagdur á viðurskifti, ið koma væl við í skótaarbeiðinum. Persónlig MENNING og KVINNU - samvera verða berandi elementini á tiltakinum.


Tilmeldaði
20 /20
Tilmeldingarfreist
25.08.2022
Tíðspunkt
26.08.2022 kl. 18.00 - 27.08.2022 kl. 18.00
Sted
Gjáargarður
Prísur
300,00 ,-
Hold i dag

Tíðindi

Stuðlar

Instagram