15. feb. fór eg til Íslands at luttaka í einum skeiðið hjá NSU (Nordisk Samorganisation för Ungdomsarbete). Heitið var "Be The Best Version of Yourself".
Á skeiðnum lærdi eg nógv um meg sjálva. Nú kenni eg meg meira avslappaða í sinninum og í kroppinum. Vit lærdu um fjølbroyttar mannagongdir viðvíkjandi heilsu. Eg kann fara heim og verða besta útgávan av mær sjálvari????? Hendan upplivingin fór yvir mínar vónir, upp á ein góðan máta☺? Eg møtti nógvum nýggjum fólkum og vikan fleyg við fúkandi ferð?? Tað at eg slapp at síggja Urriðafossin var heilt klárt høvuðspunktið á túrinum - saman við Bláa lónið??
Av allari tí nýggju vitanini, ið eg havi fingið á skeiðnum, fari eg allarhelst at brúka tí einu mannagongdina mest - í gerðandisdegnum - um hvussu eg kann seta mær mál, og hvussu eg kann røkka teimum. Harumframt fari eg nú at leggja meira dent á mína andligu og likamligu heilsu í gerandisdegnum?? 
Eg eri glað fyri skeiðið?? Eg møtti nógvum nýggjum menniskjum frá ymiskum londum, og eg havi longu lagt ætlan saman við nøkrum av teimum☺?????????? Her eru nakrar myndir frá túrinum??

              

Hold i dag

Tíðindi

Stuðlar

Instagram