Sera nógvir skótar vóru við til tiltakið vetrarkapping. Tað var sera stuttligt at síggja nógvar myndir, filmupptøkur og nógv ymisk svar upp á allar uppgávurnar. Tit hava øll verði sera sera røsk :)

Eisini sært at patruljurnar hava havt tað stuttligt og læruríkt. Men ein vinnari skuldi finnast, tað var sera sera javnt millum fleiri patruljur. 

Vinnandi patrulju er Lundin úr Havn. Hjartaliga til lukku.  

Tit sleppa á verkstovu hjá Litbrigdinum, bowla í bowlinghøllini í Havn og eta burgara í bowlinghøllini aftaná :)

Øll, sum luttóku tit vetrartúrin fáa eitt flott merki at seta á búnan. Merkini eru ikki komin til Føroyar enn, so tit fáa tey, so skjótt sum tey koma. 

 

            

Hold i dag

Tíðindi

Stuðlar

Instagram