Vetrartúrur 2022
Nú hevur tín patrúlja møguleika at verða við í einari kapping tann 29. januar 2022. Samstundis sum tit kappast við aðrar patrúljur í Føroyum, fáa tit eisini hvør sítt merki at seta á búnan. 
Set X í kalendaran 29. januar. Tit frætta meira um túrin heilt skjótt, men tit skulu ganga í minsta lagi 15 km. 
Patrúljan skal hava nøkur ávís ting klár til dagin, men hetta eru vanlig ting.
Øll, ið eru 10 ár og eldri kunnu verða við. 
Tilmelding til kappingina er her https://kfukskotar.fo/cms/ProfileEventEnrollment.aspx?EventID=42
Hvør skóti í patrúljuni skal meldað seg til, tí tit fáa hvør sítt merki at seta á búnan aftaná. Vinnandi patrúlja vinnur eisini ein góðan vinning.
Minst til at innrita teg á vangan, áðrenn tú meldar teg til. Um tú ikki hevur ein vanga, so kanst tú lesa her, hvussu tú kanst upprætta tær ein vanga https://kfukskotar.fo/hvussu-stovni-eg-ein-vanga 

Vinningur - Skótar 10 ár og eldri
Patruljan, sum vinnur sleppur á Gel-prent verkstovu hjá Litbrigdinum, aftaná gongur leiðin í bowlinghøllina at bowla og eta

Vinningur - eldri skótar (uml. 18 ár og eldri)
Patruljan, sum vinnur fer ein gongutúr runt á Tinganesið við ferðaleiðara og eta á matstovu aftaná

Minst til at melda til her https://kfukskotar.fo/cms/ProfileEventEnrollment.aspx?EventID=42
Hold i dag

Tíðindi

Stuðlar

Instagram