Smáskótadagurin 2022 

verður í Kollafirði 21. mai 2022 kl. 09.00-15.00

Dagurin, sum allir smáskótar gleða seg til :) eisini leiðarar :)

Í ár verður evni, vísindi. Tað verður sera spennandi at uppliva.

Øll møtast við skótahúsið kl. 9.00. Vit verða úti allan dagin, tí er umráðandi at verða í góðum klæðum, skótabúna og skótaturriklæð.

Hvør bólkur má hava 1, tó helst 2 leiðarar/foreldur við fyri hvørjar 10 skótar, sum koma at fylgja einum bólki allan dagin.

Bólkarnair skipa sjálvir fyri ferðing.

Smáskótarnir skulu hava matpakka við. Vit bjóða frukt, okkurt at drekka gjøgnum dagin og millummáli seinnapartin. 

Tilmelding: https://kfukskotar.fo/cms/ProfileEventEnrollment.aspx?EventID=46, áðrenn 13. mai. Tað er sera umráðandi at øll melda til áðrenn 13. mai.

Umráðandi er at hava ein vanga fyrst, áðrenn tað verður tilmeldað. Men tað kann gerast á heimasíðuni. Les her: https://kfukskotar.fo/hvussu-stovni-eg-ein-vanga . Øll, sum hava ein vanga, skulu logga seg inn á hann fyrst, og so tilmelda seg. Umráðandi at tað er skótin, sum verður tilmeldaður og ikki foreldrini. 

Vit gleða okkum at síggja nógvar smáskótar í Kollafirði. 

Hold i dag

Tíðindi

Stuðlar

Instagram