Skótahjálpin 2021

 

EITT SINDUR UM SKÓTAHJÁLPINA:
Á hvørjum ári koma skótar á gátt hjá fólki at bjóða sær til at gera einahvørja tænastu so sum at dustsúgva, lúka, baka, leggja klæði saman, vaska bil, fara eitt ørindi, spula tún ella annað smáarbeiði, sum tørvur er á og sum skótarnir megna. Fyri arbeiðið fáa tey nakrar krónur til skótahjálpina og hjálpa soleiðis børnum burturi og heima, sum ikki eru líka væl fyri. Eftir viðtøkunum fyri Skótahjálpina skal minst 10% av innkomna peninginum á hvørjum ári í ein grunn til bráfeingis hjálp. Restin verður býtt í tvey: til eina verkætlan í Føroyum og eina í einum menningarlandi. Peningurin fer altíð til verkætlanir innan barnaarbeiði.

 

Stuðulin í ár fer til:


TÍTT RÚM (áður nevnt Øll hava rætt til góð barnaár)
Títt rúm er eitt tilboð hjá Bláa Krossi Føroya, sum veitir ókeypis bólkar og einstakliga samrøður til børn, ung og vaksin – upp til 35 ár, sum hava eina mammu ella pápa við rústrupulleikum. Bólkarnir eru samansettir eftir aldri, og við serkønari hjálp og vegleiðing práta tey saman um sínar upplivingar, kenslur og tankar. Harafturat bjóðar Títt Rúm foreldra- og familjusamrøður. Les meira á: www.tittrum.fo ÁHUGABÓLKURIN “UNG OG RÚSUR”
Áhugabólkurin “Ung og rúsur” arbeiða fyri trivna millum ung á Vágoy. Har trivnaðurin er høgur millum børn og ung, er minni vandi fyri at tey rúsa seg. Nógv børn og ung, ganga ikki til frítíðarítriv. “Ung og rúsur” eru ígongd við eina verkætlan, ið hevur til endamáls at halda breiddina av børnum og ungum á Vágoy til, og ikki einans teimum bestu.
 

LIFE FOR A CHILD
Life for a Child (LFAC) er ein altjóða barna- og ungdómshjálpar felagsskapur, hvørs endamál er at lata børnum/ungum, sum liva undir truplum viðurskiftum, ÓKEYPIS insulin. Hetta er lívsneyðugur helivágur til tess at halda sjúkuni diabetes niðri. Við at samla pening inn at keypa insulin beinleiðis frá framleiðara og síðani senda hetta til góðkendar heilsu- og læknamiðstøðir, ber til at royna at røkka endamálinum. LFAC hevur undirdeildir í øllum heiminum og eisini her í Føroyum. Í løtuni stuðlar LFAC umleið 14000 børnum og ungum í 21 londum”. Les meira á: www.lifeforachild.org 

Hold i dag

Tíðindi

Stuðlar

Instagram